Samd um at endurnýggja sáttmálan

Mynd: kaf.fo

Skipara- og Navigatørfelagið og Kommunal Arbeiðsgevarafelagið samdust í síðstu viku um at endurnýggja sáttmála millum feløgini.


Nýggi sáttmálin, ið hevur gildið fram til 1. oktober 2017, byggir á ein karm við 2,25 prosent lønarhækking fyrra árið og 1,9 prosent lønarhækking seinna árið.


Harumframt skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á síni heimasíðu, at partarnir eru samdir um at seta ein arbeiðsbólk, ið skal kanna, í hvønn mun starvsviðurskiftini hjá havnarmeistarum og - umsjónarfólkum eru broytt í samband við tey krøv, sum kommunurnar eru álagdar sambært lógini um havnaloðsing.

Mynd: kaf.fo

Mynd: kaf.fo

Mynd: kaf.fo

Mynd: kaf.fo

Mynd: kaf.fo