Halla Samuelsen, býráðslimur 
Valevni Javnaðarflokksins til Tórshavnar býráð.
-----
Eitt av stóru málunum, eg havi brent fyri í býráðnum, er Boðanesheimið. Sum forkvinna í sosialu nevnd havi eg lagt nógvar kreftir í, so at heimið um nakrar fáar dagar kann taka í móti fyrstu búfólkunum.
Hetta heim er stórt frambrot, tí við hesum 64 búplássunum skarva vit meginpartin av bíðilistanum burtur.
Men ikki nokk við tí! 
Við Boðanesheiminum verður endiliga møguligt hjá Tórshavnar kommunu at veita skipað tilboð við samdøgursrehabilitering.
Øll vita vit, at eldri fólk ynskja at búgva sum longst í egnum heimi, men skal tað eydnast, har lívsgóðskan samstundis er í hásæti, er neyðugt við ymsum átøkum at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku. Eitt týðandi tilboð í hesum er samdøgursrehabilitering. 
Og øll vita vit, at hetta samstundis hevur sparandi ávirkan á útreiðslurnar til eldrarøkt sum heild, tí fólk klára at vera longri heima heldur enn at fara á røktarheim.
Boðanesheimið er sera væl útgjørt til rehabilitering. Har verða nú 5 pláss løgd av til samdøgursrehabilitering, og heimabúgvandi eldri fáa nú møguleikan at fáa umlætting og endurvenjing millum 3 vikur til 3 mánaðir, kanska longri, alt eftir tørvinum. Á Boðanesheiminum er fakfólk við servitan innan rehabilitering.
Eg fegnist stórliga um hetta framstig eins og fleiri onnur framstig á eldraøkinum, sum eg havi verið við til at fremja hetta valskeiðið. Vit steðga ikki her, tí vónandi verða í næstum eisini rehabiliteringspláss skipað á Tjarnargarði, sum upprunaliga ætlanin allatíðini hevur verið. 
Og við heilsustimbrandi venjingunum og hollu ráðgevingini, sum Heilræði skipar fyri, ganga vit í Tórshavnar kommuna sanniliga undan at fjøltátta tilboðini til tey eldru.
Soleiðis skapa vit vælferð.










