Sambýlið á Skála viðgerast av nýggjum

Ætlanin at stongja sambýlið á Skála kemur fær nýggja viðgerð á býráðsfundi í kvøld

Í kvøld fer Runavíkar býráð at taka støðu til áheitan frá býráðslimunum á Skála, sum skjóta upp, at býráðið skal fáa stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið at viðgera av nýggjum ætlanina at stongja sambýlið á Skála.

Býráðslimirnir í Runavíkar býráð, sum búgva á Skála – Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen – vilja hava býráðið at syrgja fyri, at samtyktin í nevndini fyri Skálafjarðarsamstarvið, um at stongja sambýlið á Skála, verður gjørd til einkis.

Runavíkar kommuna eigur fýra av sjey limum í nevndini fyri Skálafjarðarsamstarvið. Teir báðir býráðslimirnir vísa á, at teirra kommuna hevur umvegis umboðini í stýrinum megina til at broyta avgerðina, um meirilutin í býráðnum tekur undir við áheitanini.

- Sambýlið er framvegis opið, og um okkara umboð í stýrinum alt fyri eitt taka stig til at forða fyri, at endi verður gjørdur á virkisøkinum, so ber tað til. Sambýlið fekst við lokalum knossi upp at standa. Tað hevur verið ein sólskinssøga frá fyrsta degi líka fram til nú, tá aðrar kommunur trýstu Runavíkar kommunu til at lúka burtur virksemi í einari av bygdum hennara, samstundis sum sama virksemi verður flutt út um eingjafarðar okkara at húsast, siga Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen í skrivi til býráðið í Runavík.

Tórbjørn Jacobsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu, sigur, at sosiala nevnd hevur – uttan tilmæli - einmælt samtykt at leggja málið fyri býráðið at viðgera og taka støðu til, og tað verður gjørt á almenna býráðsfundinum, sum verður klokkan 17 í dag.