Ungmannafelagið Samband hevur aðalfund í morgin, har millum annað nýggj nevnd skal veljast.
Aðalfundurin verður í hølunum hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki fríggjadagin klokkan 17. Á skránni er formansfrágreiðing, roknskapur, val av grannskoðara og val av nevnd.
Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum hevur ikki verið serliga virkið í seinastuni, men nú er ætlanin at fáa gongd á aftur, sigur Heðin Olsen, sum er formaður í Ungmannafelag Samband.