? Tað er sera hugstoytt, at Sambandsflokkurin stemplar Hvítubók sum ótrúverduga, er fyrsta viðmerkingini hjá landstýrismanninum í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal, nú Sambandstummilin stendur steyrrættur við snippinum niðureftir.
Høgni Hoydal sigur seg altíð hava havt virðing fyri, at fólk gera vart við, at tey ikki vilja vera sjálvstøðug. Men hinvegin heldur hann tað vera frægast, um hesar hugsanir byggja á annað enn ósannindir og illgitingar, sum hann tekur til.
? Spurt kundi verið, um vit skulu byggja búskaparligar metingar á kanningar hjá 11 teimum fremstu búskaparfrøðingunum í landinum, ella vit skulu byggja tær á serfrøðina hjá Sambandsflokkinum, sigur Høgni Hoydal í sambandi við kolldøming Sambandsfloksins.
Landsstýrismaðurin sigur tað vera beinleiðis ósatt, at búskaparligu metingarnar eru grundaðar á einans fimm góð ár.
? Eg skal gera púra greitt, at metingarnar byggja á tíðina síðan 1962. Staðfest er, at meðal vøksturin í búskapinum er 4% hesi ár, og búskaparfrøðingarnir hava síðani grundað sínar varligu metingar á, at vøksturin einans verður 2%, sigur Høgni Hoydal.
Vanligur meiriluti
Hann heldur, at Sambandsflokkurin gongur sum í blindum og tekur partar, sum ikki »passa í krammið hjá flokkinum«, úr heildini, sum hann málber seg.
? Heldur átti flokkurin at viðgjørt vansar og fyrimunir, ljóða ráðini frá Høgna Hoydal.
Sambandsflokkurin setir stór krøv til meiriluta á fólkaatkvøðum. Edmund Jonsen heldur, at 80 - 90% eru neyðug, skulu Føroyar gerast fullveldi. Men Høgni Hoydal heldur, at tað eru nógvar grundgevingar fyri vanligum meiriluta.
? Í fyrsta lagi eru ongi søgulig fordømi í danska ríkinum fyri øðrum enn vanligum meiriluta, og í øðrum lagi ber ikki til, at ein minniluti skal ráða yvir einum meiriluta. At enda spyrji eg Sambandsflokkin, hvat hann sigur til, at vit hava eina fólkaatkvøðu um verandi sambandsstøðu beinanvegin; og um vit so eisini skulu krevja 80 - 90% í meirluta, skal heimastýrið varðveitast?











