Sambandsstøðan

? størsta politiska bedragarí í søguni

Fleiri við mær hava væl sett sær spurningin um, hví Sambandsflokkurin tvíheldur um heimastýrislógina. Hon er 50 ára gomul. Hon hevur sjónlig brek, og danir umsita ikki sín part nóg væl. Tað hava vit prógv fyri. Danir umsita m.a. peninga- og uttanríkismál. Hesi málsøki verða nú við nýggja Amsterdamsáttmálanum flutt til Bruxelles. Nú verða tað so nakrir »kommiserar« haðani, ið koma at siga, hvar skápið skal standa. Hetta er jú tað, sum leiðslan í Sambandsflokkinum vil.

Vánaligt! Eitt er at hava eina støðu fyri E.S. opið og erligt, men umvegis at »luska« okkum inn í samtakið, tað er politiskt bedragarí, hvørki meir ella minni.

Nei, lat okkum fáa ein nýggjan sáttmála við Danmark, har møguleikarnir fyri at lumpa tey 90 prosentini, ið er ímóti ES-limaskapi, eru burtur.


Tummas Arabo,

valevni Javnaðarfloksins