Sambandssflokkurin tekur Rósuna

Í Vágum hevur borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

- Eg havi ongantíð verið í landspolitikki áður, men allar ætlaninar við kommununum, hava gjørt, at eg fegin vil vera við at ávirka gongdina, sigur Rósa Samuelsen.
Hon hevur verið virkin í kommunalpolitikki í Vágum, har hon er borgarstjóri í Sandavágs Kommuunu.Hon var vald í bygdaráðið í Sandavági á einum ópolitiskum borgaralista.
Higartil hevur Marjus Dam verið stóri atkvøðuslúkarin í Vágum. Um hetta kann broyast kann bara vallúrsltið vísa.
- Tað eru tey kommunalu vðurskiftini, sum hava mín størsta áhuga. Eg havi fylgt við í afbeiðinum at geva kommununum fleiri uppgávur, men eg haldi tað skal gerast rætt, sigur Rósa Samuelsen.
Á stórpolitiska økinum liggur Rósa Samuelsen beint á sambandsleið.
- Eg haldi gongdin við yvirtøkunum seinastu tíðina er farin skeivan veg.