Tað er týdningarmikið, at vit tora at hava eina støðu til spurningin um samkynd hjúnalag og onnur etisk mál.
Tað staðfesti Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
Tað er røringur í Sambandsflokkinum í spurninginum um samkynd hjúnalag.
Á Landsfundinum átalaðu skrivarin í Unga Sambandinum, Magnus Herdalur, at flokkurin hevðu atkvøtt ímóti at loyva samkyndum at giftast.
Les eisini: Vit hava skotið okkum í fótin
Og Eivin Jacobsen tók tráðin upp og hann heldur, at tað er sera týdningarmikið, at flokkurin torir at viðgera tey etiskum málini.
Sjálvur atkvøddi hann ímóti at loyva samkyndum at giftast. Men hann gjørdi greitt, at tað var eina og aleina tí at hann føldi seg bundnan av avtaluni, floksformaður hansara, Kaj Leo Holm Johannesen, hevði gjørt við hinar samgonguflokkarnar um, at samgongan skuldi standa saman um at fella málið.
Á landsfundinum leygardagin tók hann málið upp og hann heldur, at Sambandsflokkurin má tora at viðgera slík mál og at geva teimum eitt innihald.
- Vit eiga at koma við eini fráboðan um hvørja støðu, vit, sum flokkur, hava til tey etisku málini, segði hann.
- Eftir mínum tykki skal samfelagið vera gott at liva í hjá øllum, segði hann.
- Og hetta skal eisini vera eitt samfelag fyri øll, legði hann afturat.
Eivin Jacobsen heldur, at Sa,bandsflokkurin eigur at góðtaka veruleikan.
- Og veruleikin er, at vit eru rættilihga ymisk, segði hann.
Leggjast kann afturat, at hann fekk einki svar á Landsfundinum og hvørki hann, ella skrivarin í Unga Sambandinum, fingu nakað svar.