Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Nei, Helgi. Tað er ikki í lagi, at blaðmaður brúkar eina skemtisøgu hjá tær sum prógv, hvat Sambandsflokkurin heldur um deyðarevsing. Tað gjørdi blaðmaðurin á Sosialinum heldur ikki.
Skemtið varð einans brúkt fyri at vísa, at kjakið um deyðarevsting »livir enn í Sambandsflokkinum«. Beinleiðis orsøkin til greinina vóru útsøgnirnar hjá formanni Sambandsfloksins og formanninum í Norðoya Sambandsfelag um deyðadóm Saddams Hussein.