Sambandsmaður? Eg? Ja! 100%!

Vissuliga eri eg brennandi sambandsmaður. Men fullveldið er fortreytin fyri sambandinum. At vera ímóti fullveldinum, er at vera ímóti sambandinum

Eg skal ikki troytta fólk við orðaskiftinum millum meg og Magna Laksáfoss, men eg kenni meg kortini noyddan at rætta nøkur ting.

Fyrst má eg siga, at Magni Laksáfoss hevur ein góðan eginleika: Hann er óførur at seta fokus á ymist, sum tann politiska skipanin annars hevur lyndi til at ignorera.

Fyrst og fremst er talan um búskaparlig viðurskifti, men hann hevur eisini ótroyttiliga roynt at hildið okkara støðu í Europa á politisku dagsskránni. Tað skal hann eiga rós fyri, tí eg haldi tað vera átroðkandi, at vit gerast partur av tí tætta samstarvi, sum í dag er millum at kalla øll hini londini í Europa. Har eru vit samdir.

Magni fer kortini í so langt tá hann sigur, at ”Sjúrður Skaale er heitur talsmaður fyri føroyskum ES-limaskapi og heldur, at hetta er leiðin, ið kann menna Føroyar.”

Men Magni fer hinvegin í so stutt tá hann sigur, at eg havi ein “innara sambandsmann”.

Tí mín sambandsmaður er ikki inni í nøkrum skápi! Hann stendur úti í ljósinum! Eg eri brennandi sambandsmaður!

EFTA

Eg haldi tað vera púra avgerandi, at vit koma okkum uppí tætt og bindandi samstarv við onnur lond. Men beinleiðis ES-limaskapur er ikki besta loysnin. Tað besta fyri okkum er ein felagsskapur, har Noreg, Ísland og Føroyar standa saman, og hava felags avtalur um tætt samstarv við ES.

Hesin felagsskapur hevði í fyrsta lagi umboðað eitt veldugt øki og veldug virði.

Í øðrum lagi høvdu í hesum felagsskapi verið tjóðir, sum líkjast nógv, bæði mentanarliga, málsliga, vinnuliga og søguliga. Vit høvdu ”kent okkum heima” í hesum selskapi.

Alt hetta hevði gjørt felagsskapin ógvuliga sterkan.

Og tað besta er, at hesin felagsskapur skal ikki uppfinnast av nýggjum. Ísland og Noreg eru longu í EFTA, og tey hava eina góða avtalu við ES - tann sonevnda EBS-avtalan. Tað vantar bara at Føroyar gerast EFTA-limur og partur av EBS-avtaluni. So hava vit henda felagsskap.

Men tað er ógvuliga ósannlíkt at vit fáa hetta tætta sambandið við grannalondini og ES, so leingi vit ikki hava fullveldi. Sjálvandi skulu vit royna í verandi støðu - men útlitini eru vánalig.

Við føroyskum fullveldi gerast vit eisini partur av tí sera tætta og góða sambandi og samstarvi, sum er millum øll tey norðurlendsku londini. Tvs. at vit fáa eisini nærum somu rættindi í Danmark og Svøríki, sum vit hava í dag.

ES

ES er á flestu økjum eitt fyrimyndarligt samstarv millum lond, sum hevur skapt einastandandi búskaparligan vøkstur, stabilitet og frið í Europa.

Men ES er ein cocktailur av ymiskum mentanum, málum, religiónum, búskapum, fólkasløgum og søguligum royndum.

Og ES er eisini ein ógvuliga stórur felagsskapur, har tað krevur velduga umsitingarorku at vera við.

Føroyar verða í hesum høpi sera smáar og sera veikar.

Hinvegin: Hendir tað, at Noreg ella Ísland fer inn í ES áðrenn EFTA verður styrkt við okkara limaskapi – ja, so eiga Føroyar sjálvsagt eisini at gerast limur í ES.

Men eisini her er fullveldið fortreytin fyri sambandinum.

Eingin limaskapur uttan fullveldi

Magni heldur, at Føroyar eiga at gerast ES-limur uttan fullveldi.

Men tað ber ikki til. Og tað er ikki ”ómegdartos” at siga, at tað ikki ber til. Tað ber bara ikki til. ES er ein klubbur fyri statir.

Vit kunnu – kanska – sleppa at umboða Danmark í EFTA. Men vit kunnu hvørki umboða Føroyar ella Danmark í teirri EBS-avtalu, sum EFTA londini hava við ES.

Uttan fullveldi kunnu vit bara gerast ”limur” í ES, um limaskapur Danmarkar verður víðkaður til eisini at fata um Føroyar. Men teirri loysnini er ovurstór mótstøða ímóti í Føroyum.

Skulu Føroyar umboða seg sjálvar í europeiska samstarvinum uttan at hava fullveldi, mugu bæði Danmark og EFTA og ES fyrst broyta sínar viðtøkur.

Og tað er sera ósannlíkt.

Í staðin fyri at royna at fáa umheimin at broyta seg fyri at vit skulu passa inn, eiga vit at fremja broytingar heima hjá okkum sjálvum. Vit eiga at yvirtaka tey fáu mál ið vanta, til tess at vit kunnu skipa okkum sum sjálvstøðugt land. Og so eiga vit at fara uppí europeiska samstarvið undir egnum navni.

Leiðin til hetta samband gongur gjøgnum føroyskt fullveldi.

At stríðast ímóti fullveldinum, er at stríðast ímóti sambandinum.

Vís teg sum sambandsmann

Samanumtikið: So leingi vit ikki taka fullveldi, er sera ósannlíkt at vit kunnu vera við í samstarvinum í Europa. So leingi vit hanga føst í heimastýrinum, verða vit standandi í ongamannalandi. Tað er ein trupulleiki í dag - og tað kann gerast ein vanlukka um nøkur ár.

Tað hevði eisini verið ein vanlukka at skipa Føroyar sum ein isoleraðan mikrostat. Men tað ætlar eingin. Endamálið við fullveldinum er at kunna gerast partur av tøttum samstarvi og sambandi við onnur lond.

So tá Magni sigur seg vera sambandsmann, so haldi eg, at hann skuldi víst tað í verki: Hann skuldi tikið undir við føroyskum fullveldi!