Sambandslistin er klárur

Sambandsflokkurin tykist leggja nógv fyri at endurvinna fólkatingssessin hjá flokkinum. Flokkurin er longu liðugur við sína valskrá, sum verður løgd fram hósmorgunin, og nú er valevnislistin eisini komin undir land.

Valevnini hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið týsdagin 8.februar eru 23 í tali. Merkisvert er, at atkvøðurslúkurin við 2288 persónligum atkvøðum, Lisbeth L. Petersen, ikki er á listanum hjá Sambandsflokkinum hesaferð. Á sambandslistanum er ilt at bera eyga við nakað stórvegis yvirraskilsi, tí allir løgtingslimirnir hjá Sambandslflokkinum, uttan Lisbeth L. Petersen, eru á listanum, eins landsstýrisumboðini Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø eisini hava játtað at stilla upp.

Listin hjá Sambandsflokkinum:
? Helgi Abrahamsen, floksskrivari, Strendur
? Hans Arne Bertholdsen, maskinmeistari, Klaksvík
? Svenning Borg, sjómaður, Vágur
? Johan Dahl, løgtingsmaður, Vágur
? Marjus Dam, løgtingsmaður, Miðvágur
? Erikka Elttør, krambakvinna, Klaksvík
? Olav Enomoto, løgtingsmaður, Vestmanna
? Atli Hansen, stjóri, Norðragøta
? Edva Jacobsen, bankakvinna, Fuglafjørður
? John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund
? Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyrarbakki
? Betta Joensen, lærari, Klaksvík
? Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn
? Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík
? Marja Lamhauge, verkfrøðingur, Lambareiði
? Høgni Mikkelsen, byggimeistari, Tórshavn
? Gunnar K. Nattestad, lesandi, Sandavágur
? Bárður Nielsen, landsstýrismaður, Vestmanna
? Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes
? Marjun Olsen, sjúkrahjálpari, Øravíkarlíð
? Beate L. Samuelsen, tíðindakvinna, Tórshavn
? Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri
? Eyðna Vidtfeldt, lesandi, Tórshavn