Sambandshugsjónin skal fínpussast

Magni Laksáfoss vil endurskoða allan politikkin hjá Sambandsflokkinum.

Á eykalandsfundinum hjá Sambandsflokkinum, ið varð hildin í Østrøm í morgun, varð Magni Laksáfoss, nývaldur løgtingsmaður fyri flokkin, valdur til nýggjan næstformann.


Sum siðvenja er, so fekk nývaldi næstformaðurin møguleikan at siga nøkur orð til fundarfólkið, og endurspeglaði tey evnið fyri heystfundin hjá flokkinum, ”Sambandsflokkurin aftur á rætta kós”.


Nývaldi næstformaðurin greiddi nevniliga frá, at hann ynskti at fara undir eina endurskoðan av øllum politikkinum hjá flokkinum í samráð við floksnevndina, valfeløgini, limir felagsins og ungmannafelagnum, so at flokkurin fær ein dagførdan politikk á øllum økjum.


Næstformaðurin metir, at arbeiðið fer at taka fleiri ár, men at tað er neyðugt, fyri at flokkurin kann tala við einari rødd. Ikki minst, so at nýggj valevnir og fjølmiðlar vita, hvat tað er fyri ein politikkur, ið Sambandsflokkurin stendur fyri.


- Mangan verður sagt, at politiskar ideologiir ikki eru til longur. Tað er ikki satt. Vit skulu taka sambandsideologiina, pussa hana væl, og styrkja sosialiberalistisku hugsjónina og sambandshugsjónina, so at Sambandsflokkurin aftur stendur sterkur, segði Magni Laksáfoss í sínari røðu.