Hetta grundar Eirikur Lindenskov á veljarakanningina, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í farnu viku.
Her var ein spurningur, hvønn fólk helst vildu hava til løgmann, og har stóð Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkurin seg best í veljarakanningini. Men hartil vísti kanningin eisini, at tað eru sambandsfólk, sum heldur vilja hava annan løgmann enn Kaj Leo Holm Johannesen.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Eirikur Lindenskov greiddi frá um veljarakanningina, tá hann vitjaði í Rásarúminum hjá Rás2 fyrr í dag.