Sambandsflokkurin vinnur valið

- Og Fólkaflokkurin er tann størsti taparin

Sambandsflokkurin verður størsti flokkur á Løgtingið.

 

Tað verður úrslitið, nú fyrsta forsøgnin fyri úrslitið av løgtingsvalinum er gjørd. Av tí at talan er um eina forsøgn, har fleiri av stóru valstøðunum mangla, er óvissan eisini tað størri.

 

Forsøgnin byggir á atkvøðurnar frá 38 valstøðum, sum eru 15,5 prosent av atkvøðunum.

 

Forsøgnin gevur Sambandsflokkinum 24,9 prosent av atkvøðunum, og tað eru 0,2 prosent meiri enn á valinum í 2011. Tað gevur honum átta tinglimir, sum er tað sama, hann hevur nú.

 

Størstu afturgongdina hevur Fólkaflokkurin. Hann fær 18,1 prosent av atkvøðunum, men tað er ein afturgongd á 4,5 prosent og sostatt missur hann tveir tinglimir, og fær bara seks.

 

Tjóðveldi fær ein tinglim afturat, og fær sostatt sjey tinglimir, og hann fær 20,3 prosent av atkvøðunum, ella eina framgongd á 2 prosent.

 

Nýtt Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin standa mestsum í stað. Men tað gevur akkurát Nýggjum Sjálvstyri ein tinglim afturat.

 

Fyrst vald hjá Tjóðveldi er Sirið Stenberg við 320 atkvøðum, Jacob Vestergaard fær 301 atkvøður og Aksel V. Johannesen fær 321 atkvøður.

 

Men hetta merkir eisini, at samgongan missir meirilutan, og fær 16 tinglimir.