Sambandsflokkurin vil umboða allar føroyingar á fólkatingi

Loysingarflokkarnir vilja bert umboða seg sjálvar og tí áttu allar ávaringarklokkurnar ringt hjá øllum føroyingum.

 

Sambandsflokkurin sigur púra klárt og greitt, at vit vilja varveita fólkatingsumboðini og tí stilla vit sjálvsagt eisini upp til hetta fólkatingsvalið har vit vilja umboða allar føroyingar, eisini teir sum búleikast uttanfyri Føroyar.

Loysingarflokkarnir við Tjóðveldisflokkinum á odda melda eisini greitt út, at teir vilja umboða ein ávísan part av føroya fólki um teir koma á fólkatingi, hetta er ein klár útmelding um, at loysingarflokkarnir seta føroya fólk í básar. Tey sum eru fyri loysingini vilja vit umboða á fólkatingi, meðan tey sum eru ímóti loysingini vilja vit ikki umboða.

Hendan greiða útmeldingin frá loysingarflokkunum, má fáa allar ávaringarklokkur at ringja hjá øllum føroyingum, tí hetta er eitt klárt tekin um, at tey sum ikki taka undir við loysingarflokkunum verða stilla út á síðulinjuna, meðan tey sum taka undir við loysingarflokkunum kunnu rokna við at koma inn í varman.

Øll sambandsfólk og samríkisfólk, ung sum gomul, siti ikki heima 20. november, men farið á val og setið krossin við eitt av umboðum Sambandsfloksins, hetta merkir eisini eina atkvøðu fyri frælsið.