Sambandsflokkurin vil tálma heita búskapin

- Tiltøk skulu setast í verk til tess at tálma búskapin. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum stuðlar Magna Laksáfoss, landsstýrismanni, sum hevur sagt, at búskapurin má tálmast. Men flokkurin hevur ikki tikið støðu til, hvørji tiltøk skulu setast í verk – tað skal samgongan viðgera, sigur Kaj Leo Johannesen

- Tekin eru um, at føroyski búskapurin er ovurhitaður, og tí er neyðugt at fremja tiltøk, ið kunnu tálma og steðga ovurhitingini av búskapinum. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, ið hevur viðgjørt búskaparligu støðuna í landinum.

Tey siga, at ítøkilig tekin um ovurhiting eru:

 

- metlága arbeiðsloysið

- stóra hallið á handilsjavnanum

- fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum

- og so tann sannroynd, at byggiverkætlanir í stóran mun gerast dýrari enn mett.

 

Sambandsflokkurin metir, at tað hevði verið sera óheppið, um landsstýrið velur at síggja burtur frá ovurhitingini av búskapinum, og flokkurin tekur undir við landsstýrismanninum og stuðlar honum í høvuðssjónarmiðinum um, at búskapurin má tálmast.

Hinvegin hevur flokkurin ikki tikið støðu til, júst hvørji tálmandi tiltøk eiga at verða sett í verk.

Hetta eigur samgongan í felag at taka støðu til og finna semju um á komandi samgongufundum, sigur Kaj Leo Johannesen.