Sambandsflokkurin vil hækka pensiónir


 

Sune Jacobsen



Ein blaðgrein frá Atla Hansen hevur gjørt Sámal Petur í Grund firtnan. Hann revsar navngivnar sambandsmenn og eisini undirritaða, tí vit ikki hava róst Sjálvstýrisflokkinum fyri tað, hann hevur gjørt á almanna- og heilsuøkinum í hesum valskeiðnum.

Eg skal bara svara fyri meg sjálvan, hinir klára at svara fyri seg. Sambandsflokkurin hevur, eftir ólavsøku, m.a. lagt uppskot fyri tingið um at hækka pensjónirnar og at avtaka serliga avgjaldið á brenniolju. Undir viðgerðini av hesum málum segði eg, at samgongan hevði ótrúliga lítlan áhuga fyri pensjónistunum. Eg vísti á, at í tí afturlítandi partinum av løgmansrøðuni var økið bert nevnt við fýra orðum, nevniliga hesum: » Pensjónirnar eru munandi hækkaðar.«

Eg kann ikki rósa Sjálvstýrisflokkinum fyri hesa hækking, og eg kann heldur ikki vera samdur í, at hetta er ein munandi hækking, tí enntá sambært Helenu Dam á Neystabø er henda hækking alt ov lág. Hon sigur so tíðliga sum 5. oktober 2000: »Okkara fólkapensjónistar - og serliga teir, sum bara hava fólkapensjónina at liva av-hava hvørki góð ella tolulig inntøkuviðurskifti enn. Hóast hesi hava fingið 800 til 1000 krónur meira at liva fyri um mánaðan í ár, so skylda vit teimum eina veruliga dagføring av fólkapensjónini.«

Og sjálvt um HDáN segði hetta fyri næstan einum ári síðani, so er einki komið frá SPíG enn, og sambært hansara samgongufólki í tinginum, er einki ítøkiligt á veg heldur. Bert tos og aftur tos og gamla svadan um, at landsstýrið arbeiðir við málinum.

Nei, tað er als ikki her skógvurin trykkir hjá SPíG. Hann hevur ilt av, at hann av misgáum undir orðaskiftinum kom at siga, at hann ikki vildi selja frælsið hjá føroysku tjóðini fyri eina upphædd, óansæð um hon var 450kr. ella 1000 kr. Og her er munurin á Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum. SPíG er floytandi líkaglaður, um pensjónistarnir liva á ella undir hungursmarkinum, bara hann fær fullveldið.

Sambandsflokkurin setir ikki fullveldið í hásætið, men vil fyrst og fremst, sum liberalur flokkur, virka fyri andaligum og fíggjarligum frælsi fyri hin einstaka. Og vit tora at siga, at fullveldið fer at kosta vælferð. Og júst hetta uppskotið hjá Sambandsflokkinum prógvar tað, eg áður havi sagt, um tað skuldi hent, at tað verður felt.

Í uppskotinum verður mælt til, at 400 mió. kr. av yvirskoti landskassans verða settir í grunn beinanvegin. Í staðin fyri at lækka blokkin við 400 mió. kr. komandi ár, lati okkum so heldur seta 400 mió. kr. í grunn aftrat, soleiðis, at stovnsfæið verður 800 mió. kr. Avkastið ella rentan vil so geva hvørjum einstøkum pensjónisti ein 1000 kr. seðil um mánaðan í alla ævir.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er veruliga fuglurin í hondini. Hendan samgongan hevur nevniliga tikið 600 mió. kr ov nógv inn í skatti hvørt ár, hon hevur sitið. Og hvat fer samgongan at gera við henda pening ? Fara tey at gjalda hann út aftur til skattgjaldaran?- Nei. Fara tey at koyra hann í grunn, so allir okkara pensjónista kunnu fáa ágóðan av avkastinum?- Nei, sambært SPíG. Vit selja ikki frælsið, men koyra peningin lúkst í búskapargrunnin, sum skal fíggja fullveldið. Hetta eru ikki bara hugsanin hjá SPìG, men hjá allari samgonguni.

Hvat fanglast so Sámal Petur í Grund við í hesum døgum. Jú, hann liggur skerflatur í luftini og tosar við Nyrup um at yvirtaka almenna forsorg við ársbyrjan 2002. Hendan forsorg kostar í dag árliga 100 mió. kr., sum danir gjalda. Eftir 1. januar skulu vit sjálvi gjalda, og at tað ikki fer at ganga út yvir onkran, tað ivast vit ikki í.

Viðvíkjandi oljuavgjaldinum er at siga, at meðalnýtslan hjá hvørjum húski er 4000 litrar. Søluprísurin á olju er nógv hækkaður, og landskassin fær munandi meira inn í meirvirðisgjaldi av somu orsøk. Sambandsflokkurin vil avtaka oljugjaldið, sum samgongan hevur sett til 0.80 kr. pr. litur. Hetta vil lætta um nýtsluna hjá hvørjum húski við 3.200 kr. árliga.

Harra Sámal Petur í Grund, Sambandsflokkurin hevur sagt og sigur, at vøksturin í búskapinum skal koma tí einstaka til góðar. Nú er tann lagaliga løtan, og vit kunnu lætta eitt sindur um hjá teimum, sum hava stríðst og strevast fyri at hava fingið landið á føtur aftur.

Verður uppskotið um pensjónirnar samtykt, vil hetta geva pensjónistahjúnum 24000 kr. meira árliga, og verður uppskotið um avgjaldið á brenniolju sett úr gildi, vil hetta geva 3200 kr. eyka ella tilsamans kr. 27.200 kr. meira at liva fyri árliga.


Tað er møguligt, at hesi uppskot í SPíG`sa verð eru neyðaregg, men vit í Sambandsflokkinum eru sannførd um, at hetta eru kolumbusaregg.