Sambandsflokkurin viðger støðuna hjá Alfred Olsen

Hóast Kaj Leo Johannesen hevur sagt seg fingið vissu fyri, at Alfred Olsen fer at atkvøða við samgonguni, so sigur Alfred Olsen, at hann fer at atkvøða eftir síni sannføring. Sosialurin hevur í skjótt eina viku roynt at fingið eina viðmerking frá Alfredi Olsen, men enn hevur hetta ikki eydnast. Sambandsflokkurin er komin saman at viðgera málið

POLITIKKUR

 
 
- Eg havi tryggjað mær, at hann stemmar við flokkinum og samgonguni.
So greið var útmeldingin hjá Kaj Leo Johannesen, formanni í Sambandsflokkinum, seinasta fríggjadag um Alfred Olsen, ið herfyri segði úr samgonguni eftir atkvøðugreiðsluna um §266b í revsilógini.
Útvarpið kann tó vísa á, at Alfred Olsen ikki treytaleyst vil stuðla samgonguni.
- Eg fari at atkvøða eftir míni sannføring, er Alfred Olsen endurgivin fyri at siga á heimasíðu Útvarpsins. Alfred Olsen avvísir ikki, at hann fer at atkvøða ímóti uppskotum, sum samgongan leggur fyri tingið.
Fyrr í vikuni kallaði advokaturin og  fyrrverandi sambandstingmaðurin støðuna hjá Alfred Olsen eina andsøgn, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður og samgonguleiðari, hevur sagt seg viljað havt ein fund um málið. Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, hevur tó sagt, at Alfred Olsen ikki hevur meldað seg inn í andstøðuna.
 
 
<B STRONG semjan?< normal"$?$end$!$Breiða>
 
Alfred Olsen er framvegis formaður í Løgtingsins rættarnevnd, sum honum er tillutað sum samgongulimur, ið hann nú sigur ikki vera partur av.
Harafturat var Alfred Olsen maðurin, ið sum næstformaður í Sambandsflokkinum undirskrivaði samgonguskjalið, ið fekk heitið “Tann breiða semjan”.
Spurningurin er nú, hvussu breið hendan semja er.
Sosialurin fekk fyrrapartin eitt stutt prát við Kaj Leo Johannesen, men einasta viðmerkingin hjá honum var, at tey sita í flokkinum og viðgera støðuna.
Sosialurin hevur eisini roynt hvønn yrkadag síðani seinasta frígggjadag at fingið eina viðmerking frá Alfred Olsen um støðu sína í Løgtinginum, men enn hevur hetta ikki eydnast.
 
 
 
 
 
MYNDATEKSTUR
 
Kaj Leo: Alfred atkvøður við samgonguni
Alfred: Eg atkvøði eftir míni sannføring