Sambandsflokkurin verður ongantíð loysingarflokkur

Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum
-----

Í Sambandsflokkinum hava vit ongantíð hoyrt nakað um ætlanina at avtaka ríkisfelagsskapin og skipa Føroyar sum fullveldisland fyrr enn sambandsløgmaður serveraði hana fyri Føroya fólki ólavsøkudag.
Er Sambandsflokkurin vorðin loysingarflokkur?
Henda spurning fekk eg fáar minuttir eftir, at tingfundurin ólavsøkudag var lokin og løgmansrøðan varpað út í hvønn krók í landinum.
Síðani hava fólk sett mær spurningin fleiri ferðir.
Hetta er ein aktuellur spurningur, og eg skilji fullvæl, at sambandsfólk kring alt landið eru ørkymlað og vónbrotin. Siti sjálvur við júst hesi kenslu.
At ein sambandsformaður og sambandsløgmaður skal leggja fram tankan um at avtaka Ríkisfelagsskapin og skipa Føroyar sum fullveldisland, hevði fáur væntað, um nakar.
Hetta er ein álvarslig støðu, sum er íkomin í Sambandsflokkinum, bæði politiskt og skipanarliga.
Sum næstformaður í Sambandsflokkinum má eg siga akkurát sum er. Eg frætti um innihaldið í ólavsøkurøðuni nakrar fáar minuttir, áðrenn hon varð hildin. Eg havi skilt, at heldur ikki tingbólkaformaðurin ella tinglimir floksins vistu nakað um hetta.
Tí gjørdust vit øll illa við, tá røðan var hildin.
Ein slík álvarsom útmelding átti sjálvandi at verið viðgjørd innanfloks frammanundan. Hevði ætlanin komið í tingbólkin fyrst, so hevði hon verið steðgað har.
At koma við útmeldingum um fullveldi fyri at tekkjast loysingarveinginum er ikki Sambandsfloksins politikkur.
Nei, okkara politikkur er at vísa í verki, hvussu væl skipanin í Ríkisfelagsskapinum virkar og mennað hesa skipan til gagns fyri borgarar og vinnulív okkara.
Dagføringar av avtalum landanna millum verða javnan gjørdar. Tað er politikkur, ikki jura. Tað eru politiskt handverk og samráðingar, sum skulu geva okkum smidligar loysnir innan Rikisfelagskapins garð.
Populisma og dreymakendar útsagnir eru ikki okkara vørumerki. Okkara flokkur hevur til allar tíðir verið álitið og bolverkið ímóti loysingar- og fullveldiskreftunum í hesum landi.
Ríkisfelagsskapurin og Heimastýrisskipanin hava roynst Føroyum hollur vinur í meira enn seksti ár. Í tøttum samstarvi við stjórnina og Fólkatingið eru nýmótansgerð og tillagingar gjørdar við støði í broyttum umstøðum og nýggjum krøvum.
Okkara góða samstarv í felagsskapinum er ein stór orsøk til, at vit í dag hava eitt væl útbygt og framkomið samfelag.
Hesa skipan og hetta samstarv skulu vit í Sambandsflokkinum standa saman um og verja.
Onnur enn vit kunnu ganga ørindi fyri fullveldisflokkarnar.