Sambandsflokkurin ætlar at avtofta tær seinastu útróðrarbygdurnar

Finnleif Guttesen
Tvøroyri

Í uppskotinum frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, um vinnuligan fiskiskap, er ætlanin, at fullkomið veiðubann skal setast eftir botnfiski um summari, í tvær ella tríggjar vikur.
Vónandi sita tinglimir ikki og bína sum neyt, og lata alt um seg ganga fyri frið skyld, men hava dirvi og vilja til, at verja tær seinastu útróðrarbygdurnar í Føroyum.
Tinglimir eiga at vita, at fiskidagarnar hjá smáum útróðrarbátum bert er umleið 60 dagar árliga, tí veðrið og streymurin avmarka dagarnar heilt automatiskt.
At hesir dagar nú skulu skerjast við 30 prosentum, er mønustingurin fyri hesar bygdir og bátar, og tað sindri av virksemi ið hevur verði har.
Og at landsstýrismaðurin við sínum veiðubannið, avger nær vinnuvirkini á landi skulu halda summarfrí, er hol í høvdi og hoyrir ongastaðni heima
Haldi heldur orð fyri einaferð skyld
Tinglimir skulu heldur halda orð, og lata smáu útróðrarbátarnar við snellu, fiska frítt, eisini sunnudagar. Øll fiskifør hava loyvi til at fiska sunnu-og halgidagar undantikið smáu útróðrarbátarnir og tað er dupultmoralur, tá ið hann er ringast.
Men vilja tinglimir avoyða smáplássini og umstøðurnar hjá smáum útróðrarbátum, so er uppskoti hjá landsstýrismanninum ein gyltur møguleiki.
Livst so spyrst