Sambandsflokkurin størstur

Í nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið sæst, at Sambandsflokkurin er størstur, Tjóðveldi næststørstur. Afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum steðgar, og Framsókn kemur ikki á ting.

Kanningin gevur Sambandsflokkinum 25,7 prosent av atkvøðunum og tveir tingsessir afturat, soleiðis at flokkurin fær níggju umboð vald á ting. Tjóðveldisflokkurin fær somu undirtøku og varðveitir síni átta tingfólk, sum flokkurin fekk á síðsta vali.

Javnaðarflokkurin gongur góð tvey prosent aftur til 17,2, men varðveitir síni seks tingfólk, meðan Fólkaflokkurin gongur eitt gott prosent aftur til 19 prosent og missir ein tingsess.

Sjálvstýrisflokkurin gongur aftur til 5,3 prosent, men varðveitir síni tvey umboð, meðan Miðflokkurin, sum gongur aftur frá 8,4 til 6,8 prosent missir eitt umboð.

VIð øðrum orðum kann sigast, at tey bæði umboðini, sum Sambandsflokkurin missir, fær hann frá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum.

Kannignin vísir, at framgongdin hjá Sambandsflokkinum ikki er so ovurhonds stór, sum fleiri aðrar kanningar hava víst, og at Tjóðveldi heldur stendur í stað enn fær eina framgongd. Eisini vísir hon, at fría fallið hja Javnaðarflokkinum er steðgað, tí flokkurin nú »einans« gongur um tvey prosent aftur.

Í degi og viku í kvøld verður meira gjørt burtur úr kanningini.

Sí eisini kringvarp.fo