Sambandsflokkurin setur enn eitt kolumbusaregg við uppskoti til hækkan av pensjónunum

Í undanfarna valskeiði stríddist Sambandsflokkurin saman við skiftandi stuðlum fyri at bjarga okkara landi burtur úr størsta búskaparliga dýki, sum er sæð í vesturheiminum í okkara tíð.

 

Atli Hansen

Gøtu 08.08.01

?????????????????????


Hetta eydnaðist so væl og so skjótt, at vit longu upp undir seinasta val kundu boða frá, at uppgávan varð loyst. Samfelagið varð aftur farið at virka sum vanligt, og búskapurin var í so góðum vøkstri, at vit kundu lova at loysa trupulleikarnar eisini hjá teimum, sum vóru harðast rakt undir kreppuni t.v.s. teimum eldru, teimum sjúku, teimum arbeiðsleysu, teimum ungu við bústaðartrupulleikum o.s.fr.

Tíverri komu vit ikki í samgongu, men tey búskaparligu úrslitini, sum vit høvdu lagt støði undir, vístu seg skjótt. Møguleikin fyri at gera nakað munagott á serliga eldraøkinum og heilsu- og almannaøkinum var til staðar.

Men hvat gjørdi henda samgongan við tey góðu búskaparligu úrslitini? Jú, hon kravdi ein stóran part inn í skatti. 20 - 25 % meira enn neyðugt fyri at svara útreiðslurnar á fíggjarlógini, hóast hesar í tíðarskeiðinum eru vaksnar við uml. 700 mio. kr., og setti hetta í landsbankan til fígging av einum loysingarprojekti, sum nú tykist at gerast veruleiki, um Føroya Fólk ikki vaknar og krevur sín rætt til at siga sína beinleiðis hugsan um ætlanina. Grundgevingin fyri at seta hesar risaupphæddir av yvirskoti á fíggjarlógini í bankan, er upphitan av búskapinum. Tað hevur verið gandaorði hjá fíggjamálaráðharranum hesi árini, sum um tað ikki finnast onnur amboð at tálma búskapinum við enn bert ein restriktivur fíggjarpolitikkur.

Men hetta er so 3. ári á rað, at hetta landsstýrið fer at seta meira enn ? milliard kr. inn á hesa sperraðu konto til serligt endamál í staðin fyri at loysa landsins trupulleikar.

Trupulleikarnir eru stórir á nógvum samfelagsøkjum, men størstir eru teir helst á heilsu- og almannaøkinum. Pensiónistarnir fingu ein bita slongdan mest fyri at fáa frið fyri teimum. Hetta varð so lorkut gjørt, at summi hildu seg missa í staðin fyri at fáa. Og síðani er einki hent á hesum økinum. Absolut einki. Bert orðaskvaldur um, hvat man ætlar, um man sleppur forbí næsta val.

Tá ið hetta árið er farið, hevur henda samgongan kravt meira enn 1, 5 milliard meira inn enn hon hevur havt í útreiðslum.

Tað er við hesum sum bakgrund, man skal síggja vælgrundaða uppskotið frá Sambandsflokkinum um at seta av pening í grunn til hækkan av pensjónum. Sambandsflokkurin hevur saman við øðrum arbeitt fyri hesum fíggjarliga úrslitinum og heldur seg hava sín sjálvsagda rætt til at vísa á, hvat ið vit ætlaðu at brúka ein búskaparvøkstur til.

Og innihaldi í uppskotinum til samtyktar er gott. Tað er so gott, at Sambandsflokkurin sjálvur átti at smíða eitt lógaruppskott, so eingin kann snúgva sær undan at taka støðu til, hvat almenna samansavningin av okkara ognum skal brúkast til. Sambandsflokkurin eigur við einum lógaruppskoti at hála hvønn einstakan tinglim fram í ljósi at boða frá, hvørja støðu hann hevur til pensjónsmálið og hví hann hevur hana.

Og her er tað júst sum víst á í uppskotinum. Tað skal síggjast sum eitt alternativ til landsstýrisætlanina. Antin brúka vit avlopið av búskapinum til loysing (niðurlaging av blokkinum) ella til annað sum t.d. pensjónir, eldrarøkt, skúlar, havnir, vegir o.s.fr.v.

Men vit kunnu ikki brúka upphæddina til bæðið í senn. Og tað er stóri trupulleikin hjá landsstýrismanninum í heilsu- og almannamálum t.d. Hann kann ikki bæðið loysa frá Danmark saman við Høgna og loysa landsins trupulleikar saman við øðrum flokkum í sama valskeiði. Hann kann ikki brúka peningin 2 ferðir. Og tað hevur hann ilt við at greiða okkum frá.

Viðgerðin av hesum máli í tinginum vísti eisini, at fyri allar flokkar í samgonguni var hetta ein spurningur um fullveldi ella pensjónir og sjálvur lansdsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum, Sámal P. í Grund, segði tað bart út, at um tað vóru 450 kr. ella 1000 kr. meira um mánaðin til pensjónistarnar, so valdi hann fullveldisætlanina framum meira pensjón.

So greitt varð tað sagt, og so einkult eigur tað at verða sagt. Bæðið landsstýrisfólkini hjá Sjálvstýrisflokkinum hava í tokutalu roynt at gykla Føroya fólki, hvørjar ætlanir tey høvdu inna fyri teirra málsøki, men tað hevur ikki eydnast teimum at fáa boðskapin út, og eftirsum eingir gerningar hava fylgt tokutalini, so fæst heldur einki at vita tann vegin. Soleiðis var eisini til 1. viðgerð í tinginum. Um ein royndi at fáa nakað at vita um, hvat ið Sjálvstýriflokkurin ætlaði við pensjónum, so var lurtað til fánýtis. Framvegis tokutala.

Nú er tað so komið so langt, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, eftir hvat ið sigst, er farin at snikka okkurt saman. Men nú gongur tíðin undan, so skjótast man vera bert at skriva eitt ella annað brúkt fólkafloksuppskot av. Tað kann eisini berast skjótt ígjøgnum tingið, tí tað er viðgjørt har frammanundan.

Uttan mun til endaligu upphæddina, so er uppskotið hjá Sambandsflokkinum ein góð byrjan. Eitt uppskot við fáum ella ongum hjáárinum. Kanska hava ikki allir pensjónistar hetta líka nógv fyri neyðini, men givið er tað, at 1000 - 1200 skattafríar krónur meira um mánaðin koma væl við hjá nógvum pensjónistum - helst hjá teimum flestu. Tí skattafríar mugu tær vera. Tað liggur eisini í uppskotinum.

Men Sambandsflokkurin eigur at fara eitt stig longur, tí tað er meira peningur, har sum tær 800 mió. kr. koma frá. Sambandsflokkurin eigur at skjóta upp at brúka nakað av hesum peningi til at betra umstøðurnar hjá teimum eldru og sjúku við, sosum meira eldrarøkt, eldrabústaðir, eldraheim, hjálp til avvarandi fyri eldri sjúk, stuðul til røkt heima o.s.fr. Eldraøkið hjá okkum liggur í sori, so her er nógv at taka fatur í. Fyrst varð økið misrøkt undir kreppuni, tí eingin orka var til nakað og í hesum valskeiðinum, tá íð orkan hevur verið til staðar í ríkiligt mát, er málið burturgoymt, tí landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum er so fullveldisfikseraður, at øll orka skal nýtast til hetta, áðrenn nakað verður til pensjónistarnar. Og tað verður helst seinur dagur.

Sambandsflokkurin hevur sum sagt við hesum uppskoti gjørt eina góða byrjan og eigur ikki at helma, fyrrenn okkurt spyrst burtur úr. Hetta skal vera mín vón. Góða eydnu.