Í veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo týsdagin, verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur á tingi. Hóast Sambandsflokkurin gongur fram í mun til seinasta løgtingsval, 0,4 prosentstig, so er talan um stóra afturgongd samanborið við fólkatingsvalið fyri 12 døgum síðani, tí flokkurin gongur 9,5 prosenta aftur í mun til fólkatingsvalið.
Sambært kanningini er býtið soleiðis millum flokkarnar.
Fólkaflokkurin: 16,4 prosent, 6 tingsessir
Sambandsflokkurin: 20,7 prosent, 7 tingsessir
Javnaðarflokkurin: 27,3 prosent, 9 tingsessir
Sjálvstýri: 1,6 prosent, 0 tingsessir
Tjóðveldi: 19,0 prosent, 6 tingsessir
Framsókn, 7,0 prosent, 2 tingsessir
Miðflokkurin: 8,0 prosent, 3 tingsessir
Hetta merkir, at samgongan sum sat fær 16 sessir og andstøðan 17.
Viðmerkt verður tó, at kanningin er gjørd týsdagin áðrenn Miðflokkurin tók seg úr samgongan og áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað.