Sambandsflokkurin funnið sosiala profilin aftur

Kaj Leo Holm Johannesen hevur á sosial liberal tøl, sum vilja nakað við sær á landsfund hjá Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin hevur ein sosialan profil!

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins.

 

Seinastu árini hevur verið funnist at Sambandsflokkinum fyri at hava mist tann sosiala profilin, og formaðurin hevur sjálvur ásannað, at sosiala kósin hjá flokkinum skuldi kanska stillast nøkur stig.

 

Men á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun ivaðist formaðurin ikki í, at flokkurin hevur funnið tann sosiala profilin aftur.

 

Hann vísir á, at bara hesi seinastu árini, hevur sambandsflokkurin framt nógv stórmál á sosiala, heilsu og mentanarøkinum.

 

- Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu, er játtanin til almannamál, heilsumál og mentamál hækkað 382 milliónir krónur, tá ið Heilsutrygd er tikið frá.

 

- Í 2008 vóru hesi øki 72 prosent av rakstrinum fíggjarlógini, tá ið íløgur eru frároknaðar.

 

- Men í 2014 eru hesi øki heili 80,8 prosent av fíggjarlógini og harafturat hevur Sambandsflokkurin hækkað ríkisveitingina.

 

- Hetta eru sosial liberal tøl sum tala, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Samstundis hevur landsstýrið gjørt eina eldralóg soleiðis at ongin ivi í framtíðini verður um, hvørji rættindi og skyldir okkara eldru hava.

 

Hann vísir á, at heilsumál eru hækkað 92 milliónir hesi síðstu seks árini, men so koma 134 milliónir til Heilsutrygd afturat.

 

Játtanin til almannamál er hækkað 193 milliónir krónur og mentamál eru hækkað 97 milliónir.

 

Kaj Leo Holm Johannesen skoytir upp í, at verða íløgurnar taldar uppí, er játtanin til almannamál, heilsumál og mentamál, hækkað yvir eina heila milliard hesi seinastu árini.

 

- Hetta prógvar svart uppá hvítt, at vælferðarøkið er eitt av okkara politisku hjartamálum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

Men hann leggur afturat, at hetta eru ógvuliga útreiðslukrevjandi øki og fyri at kunna varðveita høga tænastustigið, verður neyðugt at rationalisera og leggja um.

 

Í hesum sambandi er neyðugt at leggja tænastur saman og at samskipa almannaverkið og heilsuverkið betri.

 

- Virk­semið á teimum trimum sjúkrahúsunum eigur framhaldandi at sam­skipast betri til gagns fyri tann, sum hevur tørv á hjálp og viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.