Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
?????
Tá tað ræður um okkara tilknýti til ES, so standa føroyingar ikki bara á síðulinjuni, men føroyskir politikarar hava eisini beinleiðis noktað fyri at umrøtt- og kunnað um spurningin. Men nú sær út til at vend er við at koma í.
Sambandsflokkurin kann ikki annað enn fegnast um, at Javnaðarflokkurin á landsfundi í farna vikuskifti hevði dirvi til at taka málið upp um ES-spurningin.
Føroyar eru bæði landafrøðiliga og søguliga ein náttúrligur partur av Evropa. Men hóast hetta, so eru vit í løtuni uttanfyri tað evropeiska samfelagið, og har gerast vit meira og meira eftirbátar. Tann glo-bali samhandilin noyðir okkum, um vit vilja tað ella ikki, at taka kjakið upp um okkara støðu mótvegis ES, nú 95 prosent av føroyska útflutninginum fer til ES-marknaðin. Fleiri dygdargóð arbeiði eru gjørd fyri at finna aðrar loysnir enn fullan ES-limaskap (nevnast kunnu reyða- og bláa álitið), men enn standa vit á síðulinjuni.
Undanfarna samgonga legði stóran dent á at fáa ein handilssáttmála við Ísland, sum innihelt "tey fýra frælsini" (fría flyting av vørum, kapitali, arbeiðs-megi og tænastum). Í Íslandi búgva einans umleið 280.000 fólk, og tí mátti tað havt størri áhuga at gjørt ein líknandi sáttmála við ES, har 480.000.000 fólk búgva.
Skulu Føroyar menna seg við altjóðasamfelagnum, er alneyðugt at Føroyar hava tey 4 frælsini mótvegis ES. Sum støðan er í dag hava vit einki av hesum frælsun-um.
Í november 2002 legði undirritaði uppskot til samtyktar fyri tingið, har heitt varð á landsstýrið um at koma við eini frágreiðing, ið lýsti fyrimunir og vansar við føroyskum ES-limaskapi. Frágreiðingin skuldi síðani vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti um ein møguligan ES-limaskap. Men løgtingið feldi uppskotið við teirri grundgeving, at tíðin var ikki búgvin til at taka stig til eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um málið. Víst var á møguleikan, heldur at halda eina ráðstevnu um evnið.
Grunda á tað sjónarmiðið legði Lisbeth L. Petersen, vegna Sambandsflokkin eitt uppskot fyri tingið í farna ári, har tingið varð biðið um at heita á landsstýrið, um at gera júst so sum tingið sjálvt hevði mælt til í sambandi við fyrra uppskotið. Men heldur ikki tað uppskotið varð samtykt. Men nú hevur nýggja samgongan sæð týdningin av at halda eina ráðstevnu um ES, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd.
Tað er sera umráðandi, at Føroya fólk fær eina kunning at taka støðu útfrá. Sambandsflokkurin fegnast um at aðrir flokkar nú eisini tykjast at vera opnir fyri at geva fólkinum hesa kunning.