Sambandsflokkurin farin í panikk

Tað verður mangan tikið til, at man aldrin skal lata eina kreppu fara aftur við borðinum, og tað er líkt til, at Sambandsflokkurin útnyttar eina íkomna kreppustøðu í Grønlandi til egnan politiskan vinning, tí hvat kann gagnnýtast betur politiskt enn ræðslan hjá fólki?

 

Lat tað vera sagt, at vit føroyingar stuðla Grønlandi og grønlendska fólkinum, tað hava vit altíð gjørt, og koma vit altíð at gera. Tað er fult og heilt upp til grønlendingar at  avgera teirra framtíð, tí grønlendingar eru hvørki evropæarar, danskarar ella amerikanarar men grønlendingar, og hvønn tey velja at vera saman við ella  ikki er fult og heilt upp til grønlendska fólki. 

Støðan er tann, at tað nettupp er í verandi  ríkisrættarligu støðu, at talan er um at taka Grønland, og at Danmark ikki hevur í nóg stóran mun hevur megnað at vart Grønland, og tí gevur tað lítla meining at tosa um hvussu týdningarmikil ríkisfelagsskapurin er, og at tey 3 londini, Føroyar, Grønland og Danmark mugu standa saman, tá tað júst er tað, sum er veikleikin í verandi støðu. 

Sambandsflokkurin brúkar ræðsluretorikk, at vit mugu binda ríkisfelagsskapin tættari saman, tí annars verður galin endi, og at teir 5 flokkarnir á tingi, sum vilja arbeiða fram ímóti einari nýggjari skipan við 3 sjálvstøðum londum vilja loysa, og loysa seg úr øllum samstørvum og felagsskapum. Hetta er ikki rætt, og tey sum fylgja við vita væl, at tað er ikki tað, sum talan er um. Tann einasti flokkurin, sum tosar um loysing í hesum sambandi er Sambandsflokkurin sjálvur, tí hetta gagnar teirra ræðsluherferð, sum flokkurin ynskir at fáa fram í fólkinum.

Og viðvíkandi verjuni, so hevur fólkatingsumboðið hjá Sambandsflokkinum brúkt megin partin av síni tíð á fólkatingið  at kritisera landsstýrið fyri ikki at sita við samráðingarborðið á Christiansborg um býti av hernaðarútgerð til Føroyar og Grønland.

Tað er gott, at Danmark og Evropa raðfesta  verjumál hægri, men vit vita fult væl av, at tað verður ikki Danmark sum “bjargar” okkum, skuldi eitt kríggj brostið á, tað er Bretland, eins og tað eisini var undir 2 veraldarbardaga, tí Bretland hevur verjuábyrgd av tí økinum, vit eru í í Norðuratlandshavi. 

Tó hevur løgtingið samtykt ein verjupolitikk, og avtala er gjørd við donsku stjórnina um eina ætlan fyri verju kring Føroyar, ein ætlan sum er kjølfest og undirritað ímillum báðar stjórnirnar. Tað er ikki millum danskar flokkar á fólkatingi, at hetta kjakið hoyrir heima, sum Sambandsflokkurin vil,  men millum føroysku og donsku stjórnina, júst sum tað hevur verið gjørt. 

Hóast Sambandsflokkurin aftur og aftur málar eina mynd av, at teir 5 flokkarnar vilja loysa Føroyar úr øllum sambondum og samstørvum fyri at standa einsamallar, so er tað ikki rætt. Vit fara sjálvsagt framhaldandi at vera í teimum viðkomandi felagsskapum, sum vit eru ein partur av tí dag m.a. NATO og Danmark verður sjálvandi eisini framhaldandi  ein tættur samstarvspartnari, har vit eru javnsett sum lond.

Viðvíkjandi kostnaðinum av einum NATO felagsskapi, so er tað ein samráðingarstøða, og talan kann vera um eina líkandi skipan sum Ísland hevur, har flogvøllurin í Keflavík inngongur sum teirra íkast til at vera ein partur av NATO. Men ístaðin at fara konstruktivt til verka kemur Sambandsflokkurin á fólkatingi við eini ræðslumynd, at vit skulu gjalda 5 % í NATO  limaskapi, svarandi til 1,4 mia. árliga verða vit eitt sjálvstøðugt land.  Onki land rindar 5 % í limagjaldi NATO, og hví skuldi tað verið útgangspunktið hjá Føroyum ?

Arbeiðið við ríkisrættarligu støðu Føroya snýr seg heilt einfalt um,  at vit ikki skulu vera í einari undirliggjandi støðu til Danmark, men vera eitt javnsett land við Danmark og ikki minst snýr málið seg um, at vit kunnu innganga í allar viðkomandi felagsskapir, Arktiska ráðið, Norðurlandaráðið, ST, EFTA, IOC os.fr sum eru viðkomandi fyri Føroyar, føroyskt vinnulív, føroyska búskapin og fyri føroyska ítróttin.  

 

Ongin danskur forsætismálaráðharri vil vera tann sum upploysir Danmarkar ríki, heldur ikki núverandi forsætismálaráðharri, og hvørja ferð tað nærkast eini veruligari samráðingarstøðu, og at føroyskir politikarar standa saman, fær pípan eitt annað ljóð væl stuðlað av Sambandsflokkinum.

Eisini Mette Frederiksen brúkar støðuna í Grønlandi ímóti okkum, m.a. við at signalera sama ótta sum Sambandsflokkurin, at nú ræður um at standa saman, og ikki minst tá hon ófráboðað ein snimma mánamorgun kom til Føroyar í fjør við  fólkum í hernaðarligum búna. Hvat skuldi tað til?

Men eitt er, at danska forsætismálaráðfrúan  vil verja sítt kongaríkið, tað kann man fyrihalda seg til, men tað sum er ófrættakent er, at Sambandsflokkurin bæði her heima og á fólkatingi beinleiðis mótarbeiðir føroyska politiska viljanum at gera eina nýggja skipan fyri Føroyar, har Føroyar verða javnsettar við Danmark. Hetta hava óteljandi dømi verið um á fólkatingi, har umboðið hjá Sambandsflokkinum beinleiðis eggjar donskum politikarum og donskum miðlum at  reagera uppá tað arbeiðið, sum 5 flokkar á tingi vilja !

Tað hevði klætt Sambandsflokkinum at sett seg aftur við samráðingarborðið heldur enn at standa uttanfyri eggja til mótstøðu. Tað er tá vit hava staðið saman her í Føroyum, at vit hava fingið tey bestu úrslitini fyri Føroyar, og tað er væl tað vit eru vald til, at gera tað besta fyri Føroyar, og ikki arbeiða fyri øðrum tjóðum og teirra áhugamálum.

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi