Sambandsflokkurin fekk 586 atkvøður fleiri enn Javnaðarflokkurin og 618 fleiri enn Tjóðveldisflokkurin. Sostatt kann ikki annað enn sigast, at flokkurin hevði eitt gott val, hóast hann fór nakrar atkvøður aftur í mun til seinasta val. Tjóðveldisflokkurin fekk tá ið avtornaði ein sess meira í tinginum, og tað skyldast fyrst og fremst eini órættvísari vallóg. Tann sessin átti Sambandsflokkurin av røttum at havt fingið, siga teir valkønu, og tá hevði myndin verið munandi meira rættvísandi.
Veljarakanningarnar beint undan valinum vístu eina heilt aðra mynd enn valúrslitið gav. Tann fyrsta, sum sendi Sambandsflokkin upp til skýggja, var helst óverulig, men ikki tess minni er tað hon, sum fjølmiðlarnir hava sammett øll tey seinnu úrslitini við, og tí tektu fjølmiðlafólk endiliga ta heilt stóru sensatiónina og kundu leggja øllum Føroya fólki í sinni, at Sambandsflokkurin var tann stóri taparin.
Sjónvarpið avger
Kampurin um at fáa atkvøðurnar frá veljarunum fer í dag fyrst og fremst fram í politisku sjónvarpssendingunum undan valinum. Serliga tær sendingar, sum floksformenninir luttaka í, eru avgerandi fyri, hvar ein stórur partur av flótandi atkvøðunum finna í havn. Tað umboðið, sum ikki her við sínum sjónvarpstekki og talugávum megnar at fáa boðskapin klárt og týðuligt út til hyggjararnar, er púrasta fokin. Og tað er í hesum høpi, at nógv hava víst á, at formaður Sambandsfloksins ikki stóð seg so væl sum hinir. Hon hevur eisini sjálv tikið avleiðingarnar av tí, og er farin frá.
Beiskur kostur
Sjálvandi kann tað vera herkin kostur hjá henni at lesa, hvussu blaðfólk útgreina og meta um avrik hennara sum forkvinna, men slíkt hoyrir upp í gerandisdagin hjá einum politikara. Men tað má vera bæði beiskt og sárt at hoyra ein av sínum egnu alment í bløðunum fara so bonskliga fram móti bæði leiðslu floksins og teimum valevnum, sum veljarafeløgini hava sett at umboða seg til valið. So mikið meira av tí at fyrrverandi tingmaðurin í Eysturoynni man hava gloymt, at hann var ein av teimum ítastu at framprovokera formansskiftið fyri trimum árum síðani, og sum førdi til, at nú fráfarni formaður meira ella minni móti sínum vilja varð kosin formaður.
Slíkar uppgerðir, sum ein eftirmeting av einum miseydnaðum vali mugu føra við sær, eiga høviskliga at vera viðgjørdar innanhýsis í flokkinum og ikki í fjølmiðlunum. Tað hevur ikki verið hildið sømiligt at vaska síni skitnu klæði alment.
Regluligi landsfundur floksins verður seinnapartin í mars. Tá verður nýggi formaður floksins funnin.
Sambandsflokkurin er framvegis tann flokkurin, hvørs stevnuskrá flest fólk taka undir við, og Sambandsflokkurin er framvegis tann flokkurin, sum hevur greiðasta og besta boð uppá framtíð Føroya.