? Okkara hugsan er, at ríkisfelagsskapurin eigur at vera varðveittur, sigur Flemming Mikkelsen, tingmaður Sambandsfloksins, í sambandi við veljarakanningina hjá Útvarpi Føroya og Dimmalætting. Hann sigur seg ikki duga at siga, um pláss er fyri júst núverandi skipan í hesi varðveislu, men at ein innanhýsis nevnd í Sambandsflokkinum situr og arbeiðir við spurninginum.
Sambandsflokkurin sigur, at hann vil ikki burturfrá heimastýrinum. Tey 13 prosentini, sum sambært kanningini stuðla verandi skipan; eru tey ikki ov fá at byggja sambandshugsanina á?
? Tað veit eg ikki, sigur Flemming Mikkelsen, men vit hava ikki verið fastlæstir í núverandi skipan. Vit høvdu eitt upplegg eftir valið um eina dagføring á økinum. So at siga at Sambandsflokkurin er fastlæstur, er skeivt. Flokkurin flytir seg og fer alsamt at flyta seg, sigur sambandstingmaðurin.
Hvør er tín persónliga hugsan um, hvørja kós sambandsflokkurin eigur at seta framyvir?
? Eg havi eina hugsan um tað, men tí hugsanini fari eg at bíða við, sigur aldursforsetin í løgtinginum.
Spurdur um, hvat hann heldur um eina møguliga millumloysn millum teirra fatan av ríkisfelagsskapinum, og fatanina hjá Tjóðveldisflokkinum, sigur Flemming, at ein tílík loysn kanska hevði verið javnaðaruppskotið.
? Tó skal nevnast, sigur hann, at javnaðarflokkurin er ótrúliga ringur at definera í hesum spurningi.
? Tummas Arabo, fyrrverandi tingmaður javnaðarfloksins eftirlýsti í Sosialinum týsdagin, einum samstarvi við bæði tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Hetta sigur eitt sindur um, hvussu ringur javnaðarflokkurin er at plasera, sigur Flemming Mikkelsen.