Sambandsflokkurin ella ruðuleiki

Valið í dag stendur heilt klárt millum Sambandsflokkin ella ruðuleika

Tað skapar ruðuleika at senda fólkafloksmannin niður á fólkating. Hann tosar ímóti føroyskum áhugamálum og hann tekur ikki starvið í álvara. Og tað sum er mest týdningarmikið er at ongin danskur politikkari lurtar eftir honum, tí fær hann onga ávirkan.

Tað skapar eisini ruðuleika at senda ein tjóðveldismann niður á fólkating. Harniðri kann onki annað gera enn at øsa danir og danskar politikkarar til skaða fyri føroyingar.

Vera teir so báðir valdir, kann hetta skaða komandi samráðingarnar um bankamálið ógvuliga nógv. Alternativið er Sambandsflokkurin.

Vit vilja ávirka komandi borgarligu stjórnina til at geva Føroyum endurgjald fyri tapið í samband við yvirtøkuna av Føroya Banka.

Vit vilja upplýsa danskar politikkarar, fjølmiðlar og meiniga mannin um føroysk viðurskifti.

Vit vilja framhaldandi hjálpa við praktiskum spurningum.

Stutt og greitt ? Vit vilja Positivt samstarv í ríkisfelagsskapinum, har vit eisini tora at langa nevan í borðið, tá ið tað er neyðugt. Valið er títt?