-Handan landsnevndarsamtyktin kundi eins væl verið frá Sambandsflokkinum.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um samtyktina á landsfundi Sjálvsstýrisfloksins í gjárkvøldi. Løgmaður viðgongur, at hann bíðaði við spenningi eftir fundinum hjá Sjálvsstýrisflokkinum, tí hann hevði eina vón um, at fundurin fór at avklára ta parlamentarisku støðuna. Men aftaná mátti hann staðfesta, at fundarsamtyktin broytti einki.
-Tey siga, at tey vilja ikki verða partur av samgonguni, og tey vilja ikki vera stuðulsflokkur hjá samgonguni. Hinvegin vilja tey reka ein ábyrgdarfullan politikk, og hvør vil ikki tað? Eg trúgvi, at Sambandsflokkurin kundi eisini sagt hatta, so hetta broytir ikki ta parlamentarisku støðuna nakað sum helst, sigur Jóannes Eidesgaard.
-Samgongan hevur framvegis ongan stuðulsflokk, og hon hevur heldur onga vissu fyri undirtøku fyri sínum málum í Tinginum, so støðan er óbroytt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann hevur sjálvandi gjørt sær sínar metingar av, hví Sjálvsstýrisflokkurin eftir øllum at døma melur sum hundan um heitan greyt.
-Ein møguleiki er, at Sjálvsstýrisflokkurin vil ikki binda seg ov tætt at samgonguni og ein annar møguleiki er, at hann vil ikki kvetta møguleikan fyri samstarvi við hinum andstøðuflokkarnar, er metingin hjá løgmanni.
Einasti møguleikin
Løgmaður ásannar, at skal fundarsamtyktin hjá Sjálvsstýrisflokkinum skiljast, soleiðis sum hann tulkar hana, so er eingin møguleiki fyri, at samgongan verður sitandi sum minnilutastýri.
Sjálvsstýrisflokkurin er ella var tann einasti møguleikin hjá samgonguni at fáa ein stuðulsflokk í Løgtinginum, tí hinir báðir andstøðuflokkarnir hava greitt boðað frá, at teir ynskja ikki at virka sum stuðulsflokkar hjá sitandi stýri. Tí var fundurin hjá Sjálvsstýrisflokkinum so umráðandi fyri løgmann og samgonguna.
-Skal ein hugsa um at sita við einum minnilutastýri, er tað ein avgjørd fyritreyt, at ein hevur tryggjað sær ta neyðugu undirtøkuna í Tinginum, og tað hava vit ikki. Valbólkarnir eru heldur ikki broyttir, so støðan er tann sama.
Víðka samgonguna
Løgmaður ásannar, at landsstýrissamgongan er ikki arbeiðsfør, og at tað er ikki ein haldbær politisk støða. Spurningurin er so, hvussu leingi hann og samgongan kunnu loyva sær at halda verandi støðu.
-Tað er klárt, at hetta er ikki haldbært, og vit kunnu heldur ikki loyva okkum at hava fólkið sitandi á pínubonkinum longri enn neyðugt. Landið skal stýrast, og vit hava fleiri stórmál, sum skulu avgreiðast, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard sigur, at skal fráboðanin frá Sjálvsstýrisflokkinum tulkast sum nei til at fara upp í samgonguna ella at virka sum stuðulsflokkur, so er alternativið at víðka samgonguna. Fólkaflokkurin hevur sagt, at hann vil einki hava við samgonguna at gera. Sambandsflokkurin vil ikki vera stuðulsflokkur, men hevur ikki víst aftur møguleikanum fyri samgongusamstarvi.
Spurdur, um hann hevur følt seg fyri hjá Sambandsflokkinum, sigur løgmaður, at talan hevur ikki verið um nakrar beinleiðis følarar, men at arbeitt verður við øllum møguleikum.
Hevur skund
-Tú hevur sagt, at tú vilt hava eina avkláring skjótt. Skal støðan avklárast, áðrenn fiskivinnumálið skal samtykkjast tann 15. august?
-Ja, tað má hon.
-Vil tað siga, at 15. august er evstamark?
-Nei, eg veit ikki. Eg má fáa ta tíð, sum er neyðug til at kanna allar møguleikar, men eg siti ikki eitt sekund longri, enn eg haldi meg hava ein møguleika at loysa málið.