Sambandsflokkurin á Fólkatingi á vitjan á Havstovuni

Tað skrivar Sambandsflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi í morgun:

 

Í nógv ár hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi arbeitt fyri at tryggja játtanir til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi, og á donsku fíggjarlógini 2020 vórðu seinast játtaðar 25,5 mió. til endamálið.

 

Í hesum sambandi hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi havt javnt samskifti og samstarv við Havstovuna og Granskingarráðið, sum umsitur játtanina. Miðað verður eftir, at hetta samstarvið áhaldandi mennist. Nýggi fólkatingslimurin og Havstovan møttust tí til ein fund í týsdagin um havgransking og ætlanunum hjá Sambandsflokkinum at seta á stovn ein altjóða havgranskingarstovn.

 

Havstreymarnir í Norðuratlantshavi hava ávirkan á veðurlagið og umhvørvið í øllum Norðurevropa, og tískil skal hendan granskingin hava høga raðfesting í ríkisfelagsskapinum.

 

Sambandsflokkurin á Fólkatingi takkar Havstovuni fyri ein sera góðan fund og gleðir seg til samstarvið framyvir, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivinum.