Eitt stutt orðaskifti teirra millum skal hava ljóðað nøkulunda soleiðis:
Maður 1: Í 1906 segði tú, at tú vart sambandsmaður
Maður 2: Tað havi eg ongantíð sagt
Maður 1: Hví segði tú tað tá, tá íð tú ongantíð hevur sagt tað.
Hetta stutta orðaskifti er ofta runnið mær til hugs undir hesi samgonguni og seinast tá íð Høgni Hoydal undir viðgerðini av yvirtøkulógini frá Løgtingsins røðarapalli skírdi allar sambandsmenn og javnaðarmenn fyri agentar, sum fingu pening úr Danmørk. Fundurin varð útvarpaður, so allir føroyingar kundu fylgja við.
Tá íð tinglimir við Jóanesi Eidesgaard á odda løgdu eftir Høgna fyri at siga so illavorði, segði Høgni bara, at hetta hevði hann ongantíð sagt og frábeyð sær fornermaður at fáa orð løgd í munnin, sum hann ikki hevði sagt.
Gøtumaðurin hevði ongan møguleika fyri at spola nakað band aftur til 1906, men hetta kunnu bæðið samgongan og Høgni Hoydal gera og finna út av, hvussu ofta teir hava lovað føroyingum okkurt í hesum valskeiði - frá fólkaatkvøðum til fólkapensiónir og ellisheim - fyri so at ganga frá givnum lyftum. Slíkar orðloysingar ella hvat teir nú kunnu eita ber ikki til hjá føroyingum at senda á ting.
Eitt føroyskt fólkatingsumboð má hava álit frá øllum føroyingum.
Sambandsflokkurin stendur við síni lyftir um m.a. at arbeiða fyri at varðveita ríkisfelagsskapin, at verja tað persónliga frælsi, at verja okkara vælferðarsamfelag og at verja okkara ríkisborgarararættindir.
Veljið tí Sambandsflokkin 20. nov. 2001.
Gott val