Lagt er upp til lívligt orðaskifti á landsfundi Sambandsfloksins, sum verður um vikuskiftið. Politisku hendingarnar síðan valið fara uttan iva at seta sín dám á landsfundin, væntar fráfarandi formaðurin.
Alfred Olsen fráfarandi formaður í Sambandsflokkinum, væntar, at nógv fólk kemur á landsfund hjá flokkinum um vikuskiftið.
Fundurin byrjar fríggjakvøldið klokkan 19.00. Tá verður tann meira umsitingarligi parturin av fundinum avgreiddur. So sum val av formanni, næstformanni og grannskoðara, eins og onnur slík mál, sum hava beinleiðis við aðalfund at gera, verða løgd fram og avgreidd.
Tað er greitt, at einki beinleiðis formansval verður á hesum fundinum, tí bara eitt valevni er. Tíðarfreistin fyri uppstilling er farin, og bara Kaj Leo Johannesen er uppstillaður. Sostatt verður hann valdur við lógvabrestum, sigr Alfred Olsen, sum ikki væntar, at nakar fer at verða beinleiðis í móti valinum av nýggja formanninum
Leygardagin verður landsfundurin tikin upp aftur klokkan 10.00 fyrrapartin. Tá fer formaðurin - tað er nývaldi formaðurin - at koma við frágreiðing síni til landsfundin. Eisini fara landsstýrismenn Sambandsfloksins, Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, at siga fundinum frá teirra virkisøki.
Seinnapartin verður almenna orðaskifti, og Alfred Olsen væntar, at politiska støðan, sum verið hevur síðan løgtingsvalið, og ikki minst i samband við skiftið av landsstýrismanni við fiskivinnumálum, fer at seta sín dám á orðaskiftið á fundinum. Tað er alment kent, at fleiri sambandsfólk, kanska serliga sunnaneftir, eru ikki heilt nøgd við gongdina, sum var, tá landsstýrismaðurin varð skiftur út.
Landsfundurin endar við, at næstformaðurin í danska Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, fer at halda røðu fyri sambandsfólki á landsfundi í Læraraskúlahøllini í Havn.