Í kvøld fara Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Bjørn Kalsø, løgtingsamaður, at greiða frá politisku støðuni, um tunlar og um lokalpolitkk á fundi, sum Føroya væl skipar fyri tann 21. oktober. Føroya Væl er valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy. Tey hava limafund í kvøld, mikukvøldið klokkan 19:30 í hølum Starvsmannafelagsins J. H. Schrøtergøta 9, Tórshavn.
Løgmaður fer at greiða frá um ta politisku støðuna, og Bjørn Kalsø fer at greiða frá sínum sjónarmiðum um tunlarnar norður um fjall og um møguliga flytan av Vinnuháskúlanum.
- Sjálvt um talan eru um ein limafund, so eru øll sambandsáhugað vælkomin á fund, sigur Jóhan Petur Johannesen, formaður, sum eisini heilsar, at nýggir limir kunnu tekna seg.