Uppstilling
Kring alt landið arbeiða politisku feløgini av kraft fyri at gera listar til Løgtingsvalið, sum verður í vár. Mánakvøldið gjørdi sambandsflokkurin í Suðuroy sín lista lidnan og eftir tí, vit vita, er hetta tann fyrsti listin, sum er liðugur.
Hjá sambandsflokkinum í Suðuroy er nøkur nýggj andlit, men nøkur hava stillað upp fyrr.Valið hjá sambandsflokkinum verður ikki minst spennandi hesuferð, tí longu í heyst varð tað greitt, at Flemming Mikkelsen, sum hevur umboðað Suðuroynna fyri sambandsflokkin í eitt mannaminni, fór ikki at stilla uppaftur. Flemming Mikkelsen varð valdur á ting í 1987 og sat til 1994, men hevur aftur sitið hetta seinasta valskeiðið frá 1998 til nú.
Somuleiðis er tað greitt, at eitt annað av høvuðsvalevnunum, Jákup Joensen, sum umboðaði flokkin á tingið valskeiðið frá 1994-1998, heldur ikki stillar upp hesuferð.
Hinvegin hevurJohan Dahl játtað at stilla upp og hetta er fyrstu ferð, at hann stillar upp til Løgtingið, ivaleyst eggjaður av tí góða úrslitinum hann hevði á fólkatingsvalinum, har hann fekk 169 pers´ónligar atkvøður.
Eitt annað av fremstu valevnunum hjá Sambandsflokkinum í Suðuroy seinastu ferðirnar, borgarstjórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen er eisini eitt av valevnunum.
Tey, sum stilla upp fyri sambandsflokkin í Suðuroy til løgtingsvalið hesuferð eru:
Zakarias Bech í Porkeri, Svenning Borg í Vági, Johan Dahl í Porkeri, Finnleif Guttesen á Tvøroyri, Marjun Olsen á Tvøroyri, Jaspur Vang á Tvøroyri og Otto West í Hvalba.
Svenning Borg og Jaspur Vang hava ikki stillað upp áður og Marjun Olsen og Johan Dahl hava bara stillað upp til fólkatingsavalið seinast. Hinvegin hava Finnleif Guttesen, Zakarias Bech og Otto West stilla upp áður.
Av teimum, sum stillaður upp seinast, eru Flemming Mikkelsen í Vági, Jákup Joensen í Lopra, Jákup Jacobsen í Fámjin og Randi Jacobsen í Sandvík ikki á listanum hesuferð.
Nýggjur formaður
Samstundis, sum listin til løgtingsvalið varð gjørdur liðugur, hevði Suðuroyar Sambandsfelag eisini aðalfund. Zakarias Bech, formaður seinastu nógvu árini, tók seg aftur sum formaður og í hansara stað varð Marjun Olsen á Tvøroyri vald.
Nevndin í Suðuroyar Sambandsfelag er nú hendan:
Marjun Olsen á Tvøroyri er formaður, Sofus Strøm á Tvøroyri er næstformaður, Jens Sivar Djurhuus í Vági er skrivari og Otto West í Hvalba er kassameistari. Hinir nevnarlimirnir eru Yvonna Magnussen íVági, Pole Skaalum í Hvalba, Jaspur Magnussen úr Fámjin, Poul Midjord úr Hovi, Hallur Bech úr Porkeri, Andrias Danielsen og Niclas Hentze úr Sumba.