Ein dagin var prominentasta sambandsfólk í landinum - Lisbeth - í Útvarpi Føroya. Hon segði seg føla, at Danmark og Føroyar og Grønland eru jevnbúrdis partar í sama ríki. Onkur vildi protestera, men tað legði Lisbeth onki í, tí hon føldi sum hon føldi.
Danskarar kunnu krevja, at vit tosa danskt í Føroyum, men vit kunnu ikki siga, at tey tosa føroyskt í Danmark.
Danskarar bestemma, at vit skulu flagga við donskum flaggi, men vit bestemma ikki, hvørjum danskarar flagga við.
Danskar fyritøkur fáa føroyingar at keypa vørur gjøgnum Danmark, men føroyingar fáa sjáldan danskarar at keypa útlendskar vørur gjøgnum okkum.
Danskarar kunnu bestemma, hvørjir útlendingar sleppa til Føroyar at búgva og ferðast, men føroyingar sleppa ikki at bestemma, hvørjir útlendingar sleppa til Danmarkar.
Føroyingar sleppa bara til Olúmpiadu undir Dannebrog, men danskarar behøvast ikki føroyskt flagg.
Danskarar kunnu seta okkum undir administratión, tá vit hava krisu, men vit kunnu ikki seta tey undir administratión.
Danskarar kunnu annullera fólkaviljan í Føroyum, men vit kunnu ikki annullera danskar fólkaatkvøður.
Føroyar eru stýrdar eftir eini heimastýrislóg, sum er ein donsk lóg, men Danmark er ikki stýrt eftir føroyskari lóg.
Danmark er heldur ikki føroysk koloni og so framvegis.
So totalt obliviøst bara at føla út í tóman heim soleiðis, at man er jevnbúrdis við danir. Heldur man. Men har sum klárskygni ikki sleppur framat, skulu aðrar kreftir til. Sum ein sum ein dagin helt seg føla, at vit eru ein tjóð. Hvat ST danska stjórnin og grundlógin halda, tað var alt onki í mun til hansara følisir. Ein annar ? ein tingmaður við følilsum ? føldi, at hann átti Danmark minst líka væl sum Danmark átti hann.
Snýr tað seg bara um, hvat man følir í sær sjálvum, haldi eg, at tað er gott at koma í kontakt við sítt innara eg og kanska tí uttaru virkuligheitina eisini.