Nýggj veljarakanning til fólkatingsvalið vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna sessirnar
Sambært feskari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vinna Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin greiðan sigur – í øllum førum um val var í dag.
Sambandsflokkurin hevði aftur verið størstur flokkur til fólkatingsvalið við 26,1 prosent. Tað er ein afturgongd upp á 4,6 prosentstig í mun til seinasta fólkatingsval, tá flokkurin fekk 30,8 prosent.
Javnaðarflokkurin hevði verið næststørsti flokkur og soleiðis vunnið hin fólkatingsessin við 24,6 prosentum, sum er ein framgongd upp á 3,6 prosentstig.
Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava lagt sjógv ímillum seg og Tjóðveldi – og serliga Fólkaflokkin.
Tjóðveldi fær í kanningini 20,6 prosent. Tað er ein framgongd upp á 1,3 prosentstig í mun til seinasta fólkatingsval.
Fólkaflokkurin fær 15,3 prosent, sum er ein afturgongd upp á 3,7 prosentstig í mun til seinasta fólkatingsval.
Meira kann lesast um veljarakanningina í Sosialinum, sum kann lesast á www.sos.fo um eina løtu.










