Hvussu hevur árið 2014 verið?
- 2014 hevur verið eitt rímiliga gott ár til politiskt úrslit á Christiansborg. Eitt nú tók Sambandsflokkurin á Christiansborg stig til uppskotið, sum Fólkatingið samtykti einmælt um, at praktiskar forðingar (markaforðingar) millum londini í Ríkisfelagsskapinum skulu burturbeinast og fyribyrgjast frameftir.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
Hann vísir á, at ikki færri enn 10 miljónir krónur fingust til vega úr einum donskum grunni til at fáa á føtur eina náttúrulund við Streymin.
- Tað eydnaðist eisini - saman við Sáru Olsvig úr Grønlandi - at trýsta sosialdemokratisku stjórnina til at veita føroyingum í Danmark barnapengar og aðrar veitingar fyri 2012 við afturvirkandi megi, leggur Edmund Joensen aftrat.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Nógvar upplivingar hava verið, eitt nú fiskitúrar í Sundalagnum umborð á Broddi og hugnaløtur heima í garðinum á Oyrarbakka og á arbeiðsplássinum í Keypmannahavn.
Edmund Joensen heldur, at klárast í minninum stendur løtan, tá formaðurin í Aage V. Jensen Charity Foundation almannakunngjørdi, at verkætlanin - Náttúrulundin við Streymin - hevði fingið eina donatión á 10 miljónir krónur.
- Harvið gjørdist dreymurin hjá nógvum fólkum veruleiki.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Størsta persónliga gleðin í árinum var at fáa loyvi til at savna nærmastu familjuna - konu, børn og makar teirra og abbabørnini - suðuri í Spania í samband við ein rundan dag, ið eg hevði í 2014. Ferðin og uppihaldið vóru góð, og sum abbi er serliga hugnaligt at síggja, hvussu abbabørnini stuttleika sær, tá vit øll eru saman.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Eg vil helst minnast 2014 - alt sum tað er. Bæði góð og minni góð upplivilsi á vegnum. Á tann hátt kann man fegnast um tað góða og vónandi sleppa undan at endurtaka mistøk og slíkt, sum betri var ógjørt.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Okkara land er gott og vakurt, og fólkið er raskt, og tað boðar frá góðum. Á búskaparliga økinum er ynskiligt, at Føroyar aftur kunnu byrja at gjalda ovurhonds stóru skuldina aftur, tí annars verður hon ein tung byrða hjá komandi ættarliði. Eisini ynski eg mær, at Sambandsflokkurin finnur á aftur røttu kósina. Persónliga ynskið er, at heilsan verður góð, tí uttan hana, gerst einki, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.