Sambandið kemur ? nú er tað ein spurningur um nær

Flogsambandið er okkara einasta ferðafólkasamband við útheimin meginpartin av árinum, tí er tað av alstórum týdningi bæði fyri vinnuna og samband føroyingar við útheimin yvirhøvur, at hetta samband er so gott sum gjørligt. Tí er neyðugt, at vit hava ávirkan á hesar farleiðir og hava okkara egna flogfelag, segði Edmund Joensen, løgmaður, tá ið hann helt røðu fyri Atlantic Airways á 10 ára hátíðarhaldinum á flogvøllinum

? Vegna Føroya landsstýri vil eg fegin ynskja Atlantsflog hjartaliga tillukku við 10 ára hátíðardegnum, byrjaði løgmaður Edmund Joensen við at siga, tá ið hann leygardagin var í hangarinum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum.

Hann greiddi so frá grundini til at farið var undir flúgvingina og segði, at hon mundi partvís vera, at samskiftið við útheimin øktist sera nógv í 80-unum, og partvís tí, at eitt ynski hjá føroyingum at flúgva á egnum veingjum og soleiðis fáa ávirkan á samferðsluna til Føroya og úr Føroyum.


Søgan

? Søguliga sæð er ynski føroyingar at fáa egið flogfelag einki nýtt. Stutta tí eftir at Icelandair fór undir regluliga flúgving millum Føroyar og Danmark í 1963, fór føroyskt/danska flogfelagið Faroe Airways undir virksemi sítt í kapping við íslendska felagið.

? Faroe Airways megnaði to ikki at standa seg í kappingini við Icelandair, tá Icelandair í samstarvi við SAS fór at nýta eitt Fokker Friendship flogfar á rutuni. Seinri í 1970 yvirtók Maersk Air rutuflúgvingina millum Føroya og Danmark frá SAS/Icelandair.

? Føroyingar góvust ikki á hondum, men stovnaðu Pf. Flogsamband í 1967, sum skuldi røkja flogsambandið millum Føroyar og útheimin. Ymsar loysnir vóru royndar, sum tó vóru av ongum, serliga tí SAS hevði fingið lógfestan einkarrætt at flúgva millum Føroyar og Danmarkar. Hesin einkarrættur var galdandi til 1. oktober 1985, segði løgmaður.


Trupul byrjan

? Sum skilst hevur leiðin verið long og strævin til tað eydnaðist at fáa egið flogfelag við egnum flogfari. Í dag kunnu vit sanna, at hetta hevur eydnast okkum. Tey fyrstu árini hjá Atlantsflog vóru sera trupul við tapum fyri landskassan, men felagið er nú komið í eina trygga legu, og tað gongst væl.

? Við Atlantsflog hava vit fingið eina nýggja føroyska vinnu á føtur, har eini 50 fólk beinleiðis fáa sína inntøku. Vit hava eitt felag sum setur Føroyar í miðdepilin, og sum roynir at fáa flogsamband í lag aðrastaðni. Vit hava fingið kapping í lag, og tað skuldi givið betri tænastu og fleiri møguleikar hjá ferðafólki.

? Landsstýrið fegnast um, at felagið hevur víðkað sítt virksemi til eisini at umfata flúgving til Íslands. Harumframt verður farið undir flúgving til Skotlands í summar, og verður henda flúgving eitt stórt tak hjá felagnum og eitt týðandi stig at víðka virksemið, soleiðis at felagið fær meiri enn eitt flogfar í regluliga flúgving.


Flogvøllur

? Tað er einki dulsmál, at eg vildi hava eina kanning av flogvallaviðurskiftunum. Hetta er ávegis gjørt seinastu mánaðirnar. Kanningin vísir, at flogvøllurin í Vágum í øllum førum verður høvuðsflogvøllur tey næstu 15 árini. Út frá hesum er støða tikin til at leingja vøllin og fáa til vega neyðuga innflúgvingarútgerð, sum talan hevur verið um, og at hesin skal útbyggjast til tørvin framyvir.

? Ein loysn er gjørd á farleiðini um Vestmannasund. Ternan skal sigla um Vestmannasund, meðan Sam verður eykaskip. Dúgvan skal framyvir røkja farleiðina um Lorvíksfjørð alt árið. Haraftrat eru stig tikin til at dýpa ferjuhavnina í Leirvík, so hin gerst trygg alt árið.

? Eg havi sjálvur sagt, at eg eri fyri føstum sambandi um Vestmannasund. Byrjað er at seta pening í grunn, soleiðis at peningurin stendur oyramerktur til hetta endamál. Sambandið kemur, nú er tað ein spurningur um nær, segði Edmund Joensen, og legði aftrat, at tað hevði verið óforsvarligt at farið undir íløgur av slíkari stødd, fyrrenn umstøðurnar loyva tí og føroyska samfelagið er til reiðar.


Olja

?Framtíðin setir felagnum stórar avbjóðingar. Hugsast kann at Atlantsflog verður ein virkin partur av eini møguleigari oljuvinnu í Føroyum við tyrluflutningi av fólki millum føroyskan flogvøll og arbeiðspláss á havøkinum um Føroyar og seinni innanoyggjaflúgving.

? Nógvir møguleikar eru í hesi vinnugrein. Við tí ágrýtni og duguleika, sum leiðsla og starvsfólk hjá Atlantsflog hava víst farnu árini, verða tey eisini før fyri at menna felagið framyvir, segði Edmund Joensen, løgmaður at enda.