Nú formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannessen verður løgmaður í eini komandi ABC samgongu er eisini greitt, at tað var ikki eitt ultimativt krav frá Sambandsflokkinum at fáa landsins hægsta sess. Sambart keldum, sum Sosialurin hevur tosað við, var orsøkin til, at Sambandsflokkurin loksins fekk løgmann tann, at Fólkaflokkurin ikki bara kravdi løgmann, men eftir øllum at døma vildi ikki góðtaka, at Javnaðarflokkurin fekk løgmann, tó at Sambandsflokkurin vildi ganga við til tað.
Samráðingarnar um málsøkini, sum hava varað í umleið tveir dagar, gingu báðar vegir. Hóast tað ongantíð vóru útlit til, at tað fór at slitna, so skilst, at samgongutelvingin varð rættiliga hørð.
Javnaðarflokkurin vildi hava løgmann m.a. út frá tí sannroynd, at hann var einasti vinstrihalli flokkur í samgonguni. Eitt skifti, skilja vit, gav Sambandsflokkurin seg. Leiðslan í flokkinum metti, at tað kundi hava stabiliserandi týdning fyri samgonguna, við sínum borgarliga meiriluta, at Javnaðarflokkurin fekk løgmann. Men hesum vildi Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Hann kravdi tí løgmann til tað seinasta, og tá varð tað, at Sambandsflokkurin spældi sítt kort út um, at flokkurin var størstur, og tí vildi hann hava løgmann.
Revsa Jóannes Eidesgaard
Eygleiðarar siga við Sosialin, at hóast henda telving neyvan fer at fáa nakrar avleiðingar fyri samgongussamstarvið í eini nýggjari ABC samgongu, so er tað tó eitt signal um, at Fólkaflokkurin ynskti ikki at fara í eina samgongu undir javnaðarleiðslu, hvør orsøkin til tað so enn má vera. Her eru sjálvandi fleiri gitingar. Ein er, at flokkurin veruliga helt seg hava krav uppá at fáa løgmann. Onnur giting er, at hetta var fyri at revsa Jóannes Eidesgaard fyri at hava svikið Fólkaflokkin eftir seinasta val. Og enn ein giting er, at tað tók so fast hjá Fólkaflokkinum, tá Jóannes Eidesgaard koyrdi Jákup Vestergaard úr landsstýrinum, at hetta var revsingin: at formaður Javnaðarfloksin nú sjálvur máttu sleppa løgmanssessin.
Keldur í tí politiska umhvørvinum í løgtinginum vildu í morgun vera við, at Javnaðarflokkurin, hóast hann missir løgmann, hevur fingið trý sera týðandi málsøki at umsita, fíggjarmál, mentanarmál og heilsumál. Stórur ivi tykist vera um framtíðina hjá Jóannesi Eidesgaard í landsstýrinum.