Seinasta leygardag var sonevndur stuttleikadagur á Norðaravatni í Skopun, tey rópa, og tað vóru hjúnini, Kristvør og Eivind Kolden, sum skipaðu fyri.
Ein av kappingunum var sonevnd súkklubátakapping, og henda stóð millum tríggjar bátar, Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
Á sínari politisku Facebook-síðu sigur Sámal Hanni Lognberg, at tað var Sambandsflokkurin, sum vann við sínari góðu manning.
- Hetta var ein sera hugnaligur stuttleikadagur á Norðaravatni, verður sagt úr Skopun.











