Hetta var ein ábyrgdarleys avgerð hjá Sambandinum, tá man hugsar um teir stóru negativu avleiðingarnar fyri vælferðina í Føroyum. Tí avgerðin beindi fyri nógvum góðum málum, sum lógu bæði í Vinnunevndini, Mentanarnevndini, Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini – harí øll fíggjarlógin – eitt tað besta fíggjarlógaruppskotið nakrantíð fyri alt vælferðarøkið.
Tað tók edmundsvonginum ein heilan dag at kroysta flokkin til hesa avgerðina, og grundgevingarnar eru eisini ússaligar. Onnur var uppskotið hjá John um nýggjan studentaskúla – men tað hevði hann tikið aftur 5 tímar áðrenn avgerðina hjá Sambandinum. Hin var uppskotið hjá Anfinn um tunnil Norður um fjall, har ein av fremstu sambandsmonnunum eisini var uppskotsstillari. Men tað hevði Sambandið livað við í 14 dagar - haruppií ein samgongufund – uttan at øna eitt orð! Helst tí teir høvdu fingið at vita frá samgonguumboðunum í Vinnunevndini, at hetta var eitt paraduuppskot, sum ikki varð tikið undir við. So tá Sambandið vísir til politiska ábyrgd, so pynta teir seg við læntum fjaðrum. Hetta við “ábyrgd” var uppfunnið til dagin - berur taktikkur fyri at stinga hinum samgonguflokkunum politisk skør.
Sambandið forroknaði seg...
Sambandið gremur seg nú aftaná um at løgmaður ikki nýttist at útskriva val beinanvegin, fyri tað um teir høvdu slitið samgongusamstarvið. Eg veit at Sambandið fullkomiliga varð tikið á bóli tórskvøldið – teir høvdu als ikki roknað við at løgmaður tók avleiðingarnar av teirra undanstøkking og útskrivaðí valið beinanvegin - tí teir høvdu roknað við at sloppið at fingið 1-2 dagar aftrat at pilka nøkur av málunum, sum lógu í nevndunum, burturúr og fáa tey samtykt, áðrenn endaligu freistina leygardagin t. 8. des.
Ein ábyrgdarleysur taktikkur
Henda dulda ætlanin hjá Sambandinum avdúkar manglandi ábyrgd og virðing fyri tingviðgerðini av málunum. Nevndirnar vóru als ikki lidnar við viðgerðina av málunum. Men eftir ætlanini hjá Sambandinum skuldi samgongumeirilutin so bara steðga allari viðgerð í nevndunum, skriva álit í óðum verkum og skrumbla málini ígjøgnum 2. og 3. viðgerð í løgtinginum við at bróta allar tíðarfreistir – alt uppá hálvanannan dag!
Ógjørligt! Og tað hevði verið brot á allar fólkaræðisligar mannagongdir. Tí var rætt, at løgmaður tók avleiðingarnar av, at Sambandið leyp frá, og útskrivaði valið.
Øll hesi góðu málini ?
Tey koma øll aftur fyri tingið í februar, tá nýggja løgtingið kemur samanaftur. Tað syrgir Javnaðarflokkurin fyri.