Sambandið úteftir er ein mannarættur

 og avbyrging er ágangur móti persónliga frælsinum.
Opið bræv til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen og Starvsmannafelagið

Hergeir Nielsen
løgtingsmaður

Kreppustøðan á almenna arbeiðsmarknaðinum hevði beinanvegin við sær, at vit í Suðuroynni vórðu avbyrgd frá restini av heiminum, og hesi vanlukku orka vit ikki at standa ímóti.
Hetta er ein sera álvarsom støða fyri okkum, ið her búgva, og heitt verður tí inniliga á tykkum um at ansað eftir, at vit ikki aftur hesuferð koma at bera byrðarnar av eini ósemju, sum vit so at siga ikki eru partur av.

Alt ov ofta hava vit lagt rygg til verkføll, sum ikki merkjast nevnivert aðrastaðni, og lokalsamfelag okkara býður ikki bøtur, nú henda støða enn einaferð rakar okkum.

Serliga órættvíst kennist tað, nú stríðið stendur millum tað almenna og tey alment løntu, sum so at siga ikki finnast her um okkara leiðir.

Við størstu virðing fyri rættindunum á arbeiðsmarknaðinum at samráðast, fari eg tí at heita á tykkum um at lata Smyril sigla sum vanligt, tí sambandið úteftir er ein mannarættur, og avbyrging er ágangur móti persónliga frælsinum.

Á jøvnum føti við onnur, sum hava frítt at fara, eru vit í Suðuroynni fús at bera okkara part av teimum ósemjum, ið tá taka seg upp.