Sambandi setir fokus á eldraspurningin

Á almennum kjakfundi í Miðlahúsinum týskvøldið, setir Sambandsflokkurin fokus á eldraspurningin

Tíðindaskriv

 

Í okkara vælferðarsamfelag veksur talið av eldri fólki, meðan arbeiðsstyrkin stendur í stað. Hetta er ein avbjóðing sum gerst meira og meira átrokandi at loysa. Longu nú er trupulleiki at sleppa inn á stovnar, heimahjápin røkkur ikki til og fólkapensión til fleiri fólk verður eisini ein fíggjarligur spurningur. Á kjakfundinum í Miðlahúsinum fara Magni Laksafoss, landsstýrimaður og Lisbeth L. Petersen, tingkvinna, at leggja upp til kjak um hesi evni og vísa á avleiðingar og loysnir.

Við sínum politisku royndum tosar Lisbeth um spurningin út frá sjónarmiðnum hjá brúkaranum meðan Magni viðger meira tann fíggjarliga partin, hvussu onnur lond hava loyst spurningin og hvussu vit í Føroyum kunnu skipa okkum.

Kjakfundurin verður í Miðlahúsinum týskvøldið 16. oktober 2007 kl 2000

 

Føroya Væl, veljarafelag Sambandsflokksins í Suðurstreymi