Sambandsflokkurin hevur tikið eina avgerð eftir at hava sitið á fundi í fleiri tímar seinnapartin og í kvøld. Men Kaj Leo Johannesen vikl einki siga um, hvør avgerðin er Nú klokkan 20 í kvøld umrøður løgtingið framvegis uppskotið um misálit á løgmann, sum andstøðan uttan Páll á Reynatúgvu hevur sett fram.
Men hetta uppskotið er framman undan dømt til ikki at vinna frama. Kortini er spenningurin í løgtinginum rættiliga nógvur, tí Sambandsflokkurin er týðiliga ikki nøgdur við úrslitið av fundinum millum teir tríggjar floksformenninar í samgonguni.
Tískil hevur flokkurin sitið á fundi í einbar fimm tímar fyri at viðgera støðuna, og at eitthvørt týðandi er á skránni er eyðsæð. Kaj Leo Johannesen, floksformaður, segði við Rás2 klokkan 19.30 í kvøld, at flokkurin var komin til eina niðurstøðu, men at hann ikki vildi avdúka, hvør hendan niðurstøðan var.
Kaj Leo Johannesen vildi bert upplýsa, at teirra støða fer at koma fram í tinginum, men eftir øllum at døma ikki fyrr enn málið um misálit á løgmann er avgreitt.
Hetta gevur so aftur greiðar ábendingar um, at Sambandsflokkurin væl kann taka sín stuðul til uppskotið um at broyta tíðina eftir útskriving av vali úr seks vikum niður í fýra vikur. Í øllum førum er væl hugsandi, at valið verður útskrivað leygardagin, sum tað eisini skuldi verið eftir galdandi vallóg.
Men tingið heldur fram við viðgerðini av misálitinum, og enn er ógreitt, hvussu leingi tingmenn eru til arbeiðis í kvøld










