Í hesum døgum verður í øllum flokkum arbeitt við uppstillingini til løgtingsvalið, sum verður leygardagin 29. oktober. Listarnir skulu handast formanninum í løgtingsvalnevndini í seinasta lagi fjúrtan dagar undan valinum ella leygardagin 15. oktober klokkan 18.
Hetta valið verður tað næsta, síðani alt landið varð skipað í eitt valdømi. Fyrsta valið í einum valdømi var 19. januar 2008. Tá atkvøddu veljararnir øðrvísi, enn teir plagdu at gera, tá ið landið var skipað í sjey valdømum. Stóri munurin var tann, at tað vóru væl færri, sum atkvøddu fyri listunum, enn tað plagdu at vera, og at tað harvið vóru væl fleiri, sum atkvøddu fyri persónum, enn tað plagdu at vera.
Samlaða talið á listaatkvøðum á løgtingsvalinum fyri knappliga fýra árum síðani var 1106 ella 3,6 prosent. Á løgtingsvalinum í 2004 var talið á persónligum atkvøðum 3880 - 12,0 prosent ella næstan fýra ferðir so høgt sum fyri fýra árum síðani.
Sum tað sæst á talvuni, so er munur á, hvussu stórur partur av atkvøðunum hjá einstøku flokkunum eru listaatkvøður, og hvussu stórur partur er persónligar atkvøður.
Undan broytingini fyri fýra árum síðani átti Sambandsflokkurin lutfalsliga størsta partin av listaatkvøðunum. Á valinum 19. januar 2008 átti Miðflokkurin størsta lutfalsliga partin av listaatkvøðum. Millum gomlu flokkarnar vóru tað lutfalsliga fleiri, sum atkvøddu fyri sambandslistanum enn tað vóru, sum atkvøddu fyri persónum.
Ongar kanningar eru, sum vísa, hvussu veljararnir flyta seg millum flokkarnar í Føroyum. Aðra staðni vísa kanningar, at flytingarnar eru stórar og vaksandi. Talið á kjarnuveljarum, tað vil siga teimum, sum eru trúføst ímóti einum flokki, minkar, og talið á marginalveljarum, tað vil siga teimum, sum so at siga sappa millum flokkarnar, økist.
Tað má roknast við, at tey, sum atkvøða fyri listanum og ikki persónum, eru ógvuliga flokstrúgv. Hjá teimum ræður tað fyrst um, at flokkurin fær umboðan, og so koma persónarnir í aðru røð. Sambandsflokkurin hevur altíð átt flesta listaatkvøður, og saman við kjarnuveljarunum hjá Miðflokkinum vóru sambandsatkvøðurnar tær trúfastastu fyri fýra árum síðani.
Broytingin í 1939
Frá tí, at Løgtingið varð endurreist í 1852 og fram til 1906 var bara talan um persónligt val. Tað vóru eingir flokkar at atkvøða fyri.
Frá floksbýtinum í 1906 og fram til og við valinum í 1936 var skipanin soleiðis, at tann, sum stóð nummar eitt á listanum, varð valdur sum fyrsta umboðið, og um listin fekk fleiri umboð, so komu tey á ting í teirri røð, sum tey vóru stillað upp. Tað var bert møguleiki at atkvøða fyri listanum og ikki fyri persónunum, sum vóru uppstillaðir.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at uppstillingin sambært lógini, sum var galdandi til og við valinum í 1936, var alt avgerandi fyri, hvør varð valdur.
Í 1940 var fyri fyrstu ferð møguleiki fyri at greiða atkvøðu fyri einstøku valevnunum á løgtingsvalinum. Men hurðin var trong at sleppa ígjøgnum hjá teimum, sum stóðu undir honum, ið var uppstillaður sum nummar eitt. Uppstillað varð í nummarrøð, og tann, sum stóð ovast á listanum, var fyrstur at fáa ágóðan av listaatkvøðunum og so tann, sum stóð næstovastur.
Hetta hevði t. d. ávirkan á, hvør í 1930-1950 umboðaði Sambandsflokkin í Eysturoyar valdømi. Jens Chr. Olsen – pápi fyrrverandi tingformannin Jógvan I. Olsen og núverandi tingmannin Alfred Olsen – fekk heilt nógvar persónligar atkvøður, men á fleiri valum varð hann ikki valdur, hóast Sambandsflokkurin altíð átti tveir tingmenn í Eysturoy. Onnur orsøkin var tann, at Andrass Samuelsen og Johan Poulsen so at siga áttu rættin til tvey tey ovastu plássini á listanum, og hin orsøkin var tann, at tað altíð vóru lutfalsliga nógvar listaatkvøður hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy.
Broytingin í 1966
Í 1966 varð løgtringsvallógin broytt soleiðis, at tað nú var tann, sum fekk flestar persónligar atkvøður, ið varð fyrst valdur, um listin fekk umboðan. Harvið gjørdist talan um javna kapping ímillum øll tey, sum vóru uppstillað. Tað var líka mikið, um listarnir vóru settir upp í nummarrøð ella í bókstavarøð, sum hevur verið tað vanliga síðani broytingina í 1966.
Broytingin hevði útskiftingar í Løgtinginum við sær, sum ikki høvdu komið fyri, um lógin ikki hevði verið broytt.
Eitt dømi um hetta var, tá ið Finnbogi Ísakson, sáli, í 1966 fyrstu ferð varð valdur í Norðoya valdømi. Hann varð valdur við tveimum persónligum atkvøðum fleiri enn Johan Simonsen, sáli, sum hevði verið tingmaður. Um gamla skipanin hevði verið galdandi, so høvdu tær 44 listaatkvøðurnar hjálpt Johan Simonsen inn á ting – um hann hevði verið uppstillaður sum nummar eitt.
Broytta lógin hjálpti í 1970 Jógvani Sundstein á ting sum umboð fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi, har listaatkvøðurnar annars høvdu kunnað vart sessin hjá Poul Petersen, sála. Jógvan Sundstein fekk 201 persónligar atkvøður, Poul Petersen 135 og listaatkvøðurnar vóru 78.
Í 1974 varð Pauli Ellefsen valdur á ting við 242 persónligum atkvøðum. Men hann hevði ikki verið valdur eftir gomlu lógini. Trygve Samuelsen, sáli, fekk 231 persónligar atkvøður, og um hann hevði verið stillaður upp sum nummar eitt eftir gomlu skipanini, so høvdu tær 166 listaatkvøðurnar hjálpt honum í Løgtingið.
Broytingin í 2008
Tá ið vallógin varð broytt fyri fýra árum síðani, og landið fór frá at vera skipað í sjey og til at vera eitt valdømi, var ein av grundgevingunum, at nú ráddi tað um at fáa fólk á ting, sum hugsaðu um landið alt og arbeiddu yvirskipað og ikki lokalt.
Broytingin hevði við sær, at trygdin fyri regionalari umboðan úr gomlu valdømunum var burtur. Tað siga tølini, at veljarin hugaði um, og tí minkaði lutfalsliga talið av listaatkvøðum. Nú ráddi um fyrst at hugsa um regionala umboðan og síðani um flokkin. Frammanundan hevði raðfestingin verið tann øvugta, tí vallógin tryggjaði regionalu umboðanina.
Gongdin seinastu árini hevur bent á, at vit eru á veg aftur ímóti skipanini, sum var galdandi fram til 1906. Men tølini siga ikki treytaleyst, at vit eru á veg aftur til skipan, har tað bara snýr seg um at velja persónar og ikki flokkar:
Á fólkatingsvalunum hevur talið á listaatkvøðunum ofta verið lutfalsliga minni, enn tað plagdi at vera á løgtingsvalunum. Eisini á fólkatingsvalunum hevur Sambandsflokkurin átt lutfalsliga flestu listaatkvøðurnar.
Á fólkatingsvalinum 15. september í ár var munurin millum Edmund Joensen, sum varð valdur við 1578 atkvøðum, og Kaj Leo Johannesen, sum fekk 1554 atkvøður, 24 atkvøður. Kaj Leo Johannesen er uppstillaður av Sambandsflokkinum í høvuðsstaðnum, og Edmund Joensen er uppstillaður av valfelagnum í Eysturoy. Á fólkatingsvalinum atkvøddu 179 av teimum 1653 í Havnini, sum atkvøddu fyri Sambandsflokkinum, fyri listanum. Um hesi vildu hava formannin á fólkating í staðin fyri veteranin og fyrrverandi løgmannin og tingformannin, so høvdu tey fingið sín vilja, um tey atkvøddu fyri løgmanni. Men hjá hesum kjarnuveljarunum ráddi tað um, at sambandsmaðurin varð valdur, og so hevði tað minni týdning, um tað var annar ella hin.
Spurningurin er nú, hvussu nógv fara at hugsa um listan og ikki um persónin á løgtingsvalinum leygardagin 29. otkober!
Listaatkvøður
FV 07 % LV 04 % LV 08 % FV 11 %
A 204 4,3 640 9,8 124 2 171 4,3
B 610 11,3 1178 15,7 407 6,2 619 9,7
C 365 7,8 800 11,6 196 3,3 307 7,1
D 43 5,4 164 11,2 74 3,3 24 5
E 236 4 756 11 191 2,6 180 4,5
H 95 6 342 20,6 114 8,5 63 7,2