Sambandið á berum

Hendan vikan hevur víst, at sann­ur fjált­ur er á í Sam­bands­flokk­i­num. Løg­mað­u­r er týð­u­liga kroyst­ur, tað hev­ur hann víst í kjaki í Degi og Viku og ikki minst við út­søgn­um á Face­book, og tá hann gev­ur øðrum skuld­ina fyri mis­eydn­aðu blokk­stuð­uls­hækk­an­ina.

Sum skilst er eisini ó­rógv bæði í bak­landi­­num í Sam­bands­flokk­i­num og í ting­bólk­i­num. Stóra pro­jekt­ið hjá Sam­bandsf­lokki­num um at økja inn­øk­u­r lands­kass­ans við at fáa meira úr stats­kass­a­num er koll­sigld – tað er greitt fyri øll­um, at hvørki danska stjórn­in ella fólk­a­ting­ið vil hoyra tal­a­n um at hækka blokk­in meira, enn tann prís­tals­reg­u­ler­ing, sum nú hevði kunn­að økt blokk­in við níggju millió­n­um krón­um, um ikki sam­gong­an hevði forð­að fyri hes­um við sam­gongu­s­kjali­num.
Soleiðis stendur Sam­bands­flokk­ur­in eftir við ong­um. Púr­asta ongum.

Fólkaflokkurin hevur vunn­ið alt. Um tað er tí, at Jørg­­en Nicl­a­sen við sí­n­um 21 ára roynd­um í politikki dug­ir so væl – ella um pol­it­iski in­tell­i­gens­ur­in í Sam­bands­flokk­i­num er til­svar­andi lak­ur, skal støða ikki tak­­ast til her, men með­an alt ber til hjá Fólka­flokk­i­num, so ber einki til hjá Sam­bands­flokk­i­num.

Hetta er ein trupulleiki fyri sam­gong­una. Tí er neyð­ugt hjá Fólk­a­flokk­i­num at lora eitt sind­ur, um sam­gonguni skal verða lív lagað. Tí kem­ur rættilig órógv í Sam­bands­flokkin, so kann sam­gong­an skrædn­að. Og ger hon tað – og um Javn­að­ar­­flokk­­ur­in og Tjóð­veld­­is­flokk­urin koma til, so hava teir lovað at rulla flatskattin og pen­­sjóns­skattingina aftur. Harvið missir Fólka­flokk­ur­in sítt og verður settur á síðu­spor.

Vit gita, at Sambands­flokk­u­r­in fer at hava ilt við at semj­ast um Fólkaflokkin um fíggj­ar­lógina. Somuleiðis um fisk­i­vinn­u­pol­it­ikk­in, um rull­andi veið­i­loyv­ini og so fram­veg­is. So­leið­is kann tað hepn­ið, sum Fólkaflokkurin hevur við frí­spæl­i­num hann hevur frá Sam­bands­flokk­i­num koma Fólka­flokk­inum aftur um brekkur.

Vil Fólk­a­flokk­ur­in sam­gong­uni væl, so má hann gera orð­ini hjá Kaj Leo Jo­hann­e­sen um, at »øll skulu føla, at tey eiga í poli­tikk­i­num hjá sam­gonguni« til síni.

Sum nú er, er tað bara pol­­i­tikk­ur­in hjá Fólk­a­flokki­num, sum sæst aft­ur. Um Sam­bands­flokk­ur­in – og kanska eisini Kaj Leo Jo­hann­e­sen – ikki kenna sín ogn­ar­lut í pol­i­tikk­i­num, so miss­ir borg­ar­liga sam­gong­an sítt kjølfesti.

Lagnurnar speisemi kann soleiðis føra til, at sukse'in hjá Fólkaflokkin soleiðis leggur fót fyri Fólkaflokkinum...