Samband við veruleikan

“Samband við framtíðina” er herrópið hja Sambandinum. Ynskiligt var, um sambandsformaðurin hevði samband við veruleikan.

“Samband við framtíðina” er herrópið hja Sambandinum. Ynskiligt var, um sambandsformaðurin hevði samband við veruleikan.

 

Antin roynir løgmaður at snara veruleikanum, ella hevur hann slettis ikki fatað skaðiligu árinini, sum pensiónsránið hjá sitandi samgongu hevur á haldførið í búskapinum

 

“Samband við framtíðina” tykist vera slagorðið, sum Sambandsflokkurin hevur valt sær til løgtingsvalið. 

Eingin ivi er um, at tað er gott at hugsa langsiktað, tá politikkur skal førast. Men fyrst og fremst ræður um at hava samband við veruleikan, og hetta gongur straks verri hjá løgmanni.

 

Nú fremstu donsku búskaparfrøðingarnir vísa á, at Danmark hevur møguleika at betra fíggjarstøðuna hjá landinum við at forskatta pensjónir, hevur Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook-vanga sínum nýtt hetta sum dømi um, at tað var einki forgjørt í forskattingini av pensjónum. Enntá staðfestir hann í viðmerkingum, at “so eru vit komin so langt, at tað er í lagi at forskatta pensiónir".

 

Tað, sum løgmaður tó gloymir – antin við vilja ella tí hann ikki skilir boðskapin – er, at fortreytin fyri ætlanini hjá donsku serfrøðingunum er, at peningurin ikki skal nýtast. ES og Danmark eru ikki á einum máli um, at tær 1.2000 milliardirnar, sum danmark hevur til góðar í pensiónsskatti, kunnu roknast sum ogn. 

 

Roknskapartekniskt gevur tað ein trupulleika fyri uppgerðina av donsku landskassaskuldini, og tí verður tosað um at krevja skattin inn nú heldur enn í framtíðini. Samstundis verður sligið rimmarfast, at peningurin undir ongum umstøðum skal nýtast til eitt nú skattalættar, men at hvørt tað einasta oyra skal goymast, so skatturin er tøkur til tað, sum hann er ætlaður til. Nevnliga pensjónsárini hjá teimum, sum í dag gjalda inn.

 

Hesar ávaringar skoytar løgmaður tó lætt og elegant tvørtur um. Antin tí hann ikki hevur áhuga í at siga sum er, ella tí hann púrasta hevur mist jørðforbindilsið.

 

1. september hevur føroyski veljarin møguleikan at manna løgtingið av nýggjum. Fyri haldførið hjá føroyska búskapinum og fyri framtíðar vælferðarsamfelagnum er alneyðugt, at tey, sum mynda føroyska politikkin hava samband við veruleikan.

 

Setið tí X við lista C

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin