Tað hevur higartil ikki verið so nógv samband millum samkomurnar báðar á leiðarastigi, men sum samkomuleiðarin, Tummas Jacobsen sigur: - Vit gleða okkum til hesa vitjan og síggja fram til eitt mennandi samstarv millum hvítusunnusamkomurnar í Føroyum og í Íslandi.