Ib Jóhannes Hansen, sum tann 23. mai varð álopin av trimum ungum dreingjum av aðrari etniskari bakgrund enn danir, er nú komin á Hammel Neurocenter til viðgerðar.
Karen Benteke, ið er talskvinna fyri familjuna, sigur, at tey hava samband við Jóhannes í styttri tíðarskeið.
- Vit kunnu hava samband við hann í til dømis ein hálvan tíma, og tað gogur tann vegin, at hesi tíðarbilini eru oftari og títtari, so tú kanst siga, at hann er á veg at vakna. Men hann er enn ávirkaður av Post Traumatic Stress Syndrom, og vit kunnu ikki siga, at hann er heilt vaknaður enn, sigur Karen Benteke.
Johannes Hansen er altso vakin í stutt tíðarbil, og tað tekur langa tíð, áðrenn hann kemur fyri seg.
- Kanska til jóla kunnu læknarnir siga nakað um, hvønn veg tað ber hjá honum. Tað er tíðarhorisonturin, vit tosa um, sigur Karen Benteke.










